Skriva út
Lagt út: 23.01.2008

Kunningartiltak: Hvussu fyrireika seg best til ES-fíggjaða gransking?

Hósdagin 7. februar verður eitt kunnandi tiltak um ES-fíggjaða gransking og um, hvussu tað ber til hjá føroyskum granskarum at fyrireika seg til luttøku í FP7.

Tiltakið verður á deildini hjá Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25. Kunningartiltakið byrjar klokkan 13.15 og endar klokkan 16.00.

SKRÁ:

Kl. 13.15 - 13.30:

Føroysku NCP-umboðini John D. Olsen og Kristianna Winther Poulsen bjóða vælkomin og kunna yvirskipað um FP7

Kl. 13.30 - 13.40:

Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni: Tilsøgn um atlimaskap - og hvat so?

Kl. 13.40 - 14.10:

Ólavur Gregersen, Bitland: Okkara royndir og ætlanir við rammuskráum hjá ES

Kl. 14.10 - 14.30:

Kaffisteðgur

Kl. 14.30-15.30:

Poul Petersen, senior ráðgevi innan ES-fíggjaða gransking á Keypmannahavnar Universiteti og NCP-umboð fyri Føroyar: Hvordan kan færøske forskere forberede sig til at deltage i FP7?

Kl. 15.30 - 16.00:

Spurningar og viðmerkingar annars

Orðstýrari á fundinum er Kristianna Winther Poulsen, føroyskt NCP-umboð.

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Granskingarráðið, tel. 567800, ella umvegis t-post til john@gransking.fo ella kristianna@gransking.fo.