Skriva út
Lagt út: 02.06.2011

Kunningar- og meklarafundur innan matvøru og fiskivinnu


15. juli verður árligi kunningardagur og meklarafundur (brokerage event) innan matvøru, landbúnað, fiskivinnu og bio-tøkni í Bruxelles. Tiltakið er fyri øll, sum hava hug og ætlanir um at lata inn umsókn til 2012 útboðið. Luttøka er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding áðrenn 8. Juli.

Um morgunin verður kunnað um arbeiðsætlanina fyri matvøru, landbúnað, fiskivinnu og bio-tøkni skránna, sum væntandi verður almannakunngjørd 20. juli. Seinnapartin verður møguleiki at hitta møguligar samstarvsfelagar. Seinnaparturin er býttur í tríggjar parallel sessiónir, sum fevna um tey ymisku økini í arbeiðsætlanini. Eisini verður skipað fyri ‘face to face’ fundum, ið eru planlagdir frammanundan.

Les faldara um tiltakið her

Spurningar og annað kunnu stílast til føroyska NCP-umboðið á økinum Jonhard Eysturskarð: jonhard[kurla]fiskaaling.fo, tlf: 214757 ella til John D. Olsen á Granskingarráðnum: john[kurla]gransking.fo, tlf: 567802