Skriva út
Lagt út: 23.04.2014

Kunning um Charter & Code

Umboð fyri EURAXESS í Føroyum hava verið á kunningarvitjanum á granskingarstovnum um EURAXESS og Charter & Code, sum er eitt ES-skjal, ið lýsir rættindi og skyldur og arbeiðstreytir hjá granskarum í øllum Evropa.

Ein partur av EURAXESS-verkætlanini er at royna at tryggja granskarum, ið koma til Føroya, somu kor og treytir sum í øðrum londum í Evropa.

Skjalið "European Charter for Researchers and Code of Conduct for the Recruitment of Researchers” hevur tilmælir um rættindi og skyldur hjá granskarum, arbeiðsgevarum og stuðulsveitarum viðvíkjandi arbeiðstreytum, vitanarspjaðing,  karrieruvegleiðing og flytføri hjá granskarum.

Ásetingarnar í Charter and Code skulu tryggja m.a. gjøgnumskygni í starvssetanum og javnbjóðis viðgerð av umsøkjarum.

Granskingarstovnar, ið seta ásetingarnar í Charter and Code í gildi, fáa loyvi at brúka eitt “HR Excellence in Research” merki, sum er trygd hjá granskarum fyri, at viðurskiftini á stovninum eru í samsvari við ásetingar hjá ES.

Eingin føroyskur granskingarstovnur hevur enn sett í verk Charter and Code, men fleiri stovnar hava víst áhuga fyri at gera tær greiningar og ætlanir, ið skulu til fyri at fáa “HR Excellence in Research” merkið.

Seinasti kunningarfundurin fyri páskir var á Fiskaaling við Áir, har Dagmar Joensen-Næs, EURAXESS-samskipari á Granskingarráðnum, og Elisabeth Holm,  EURAXESS-samskipari á Fróðskaparsetrinum, hittu Øystein Patursson, Jonhard Eysturskarð og Heina Hátún.