Kunngerðir um stuðul til gransking og strategiskt ráð lýstar
Týsdagin 25. mai vóru tvær kunngerðir lýstar, sum seta karmar fyri arbeiðið hjá Granskingarráðnum.
Kunngerð nr. 83 frá 25. mai 2021 um stuðul til gransking ásetir treytir og karmar fyri árliga stuðlinum til gransking. Hesar treytir eru rættiliga líkar teimum, sum hava verið galdandi higartil. Ein munur er, at nevndin frameftir hevur fimm í staðin fyri sjey limir, og at uppgávan hjá nevndini verður avmarkað til at seta karmar og taka støðu til stuðul til gransking.
Kunngerð nr. 84 frá 25. mai 2021 um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan ásetir mannagongd og treytir fyri vali av limum til nýggja strategiska ráðið, sum skal koma í staðin fyri Vísindaráðið. Her verður ein nýggj skipan roynd, har lýst verður alment eftir uppskotum til limum , umframt at áheitan um uppskot verður send út til ávísar myndugleikar. Hetta merkir, at øll kunnu koma við uppskotum um limir, sum lúka førleikakrøvini í lógini og kunngerðini. Skipanin er gjørd við íblástri frá líkandi skipan í Danmark.
Báðar kunngerðirnar eru lýstar við heimild í Løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, sum kom í gildi 1. januar 2021.