Skriva út
Lagt út: 02.05.2018

Kropslig venjing og kostbroytingar virka sum heilivágur

Fótbóltsvenjing saman við kostvegleiðing er munadyggari viðgerð av 55-70 ára gomlum fólkum við prediabetes enn bara kostvegleiðing, vísir nýggj gransking frá Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum. Granskingin er framd í samstarvi við Syddansk Universitet og Exeter University.

May-Britt Skoradal, Pál Weihe, Poula Patursson, Jann Mortensen og Magni Mohr, øll knýtt at Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, eru høvundar á vísindaligari grein, sum júst er almannakunngjørd í Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports.

Greinin ber heitið “Football training improves metabolic and cardiovascular health status in 55- to 70-year-old women and men with prediabetes”. Greinin kann lesast her. Á s. 2 er leinkja til eitt stutt videoklipp, har May-Britt Skoradal greiðir frá kanningini og úrslitunum. 

Greinin vísir, at 16 vikur av fótbóltsvenjing (30-60 minuttir 2 ferðir um vikuna) og kostvegleiðing betra um blóðsukurreguleringina, minkar kropsfeittið, miðal blóðtrýstið og kolesterolið í blóðinum, økir vøddamassan og mestu iltupptøkuna í størri mun enn kostvegleiðingin ger einsamøll.

Prediabetes er undanstigið til typu 2 diabetes, sum er ein hin størsta heilsuavbjóðingin, sum heimurin hevur í løtuni.

“Tað serstaka við typu 2 diabetes og prediabetes er, at hesir sjúklingarnir ofta hava eina røð av heilsuavbjóðingum, og ikki bert niðursetta ella oyðlagda blóðsukurregulering. Tvs. teir hava í stóran mun ov nógv kropsfeitt, ov nógv kolesterol í blóðinum, ov høgt blóðtrýst, lága vøddamassu og mestu iltupptøku, sum allir eru sjálvstøðugur vandatættir”, sigur May-Britt Skoradal, ph.d.-lesandi og fyrstihøvundur á greinini. “Tískil eiga hesir sjúklingabólkar at viðgerast breiðspektrað, og henda kanningin vísir, at kropslig venjing og kostbroytingar virka sum breiðspektraður heilivágur”, sigur May-Britt Skoradal.

Kanningin tekur støði í altjóða konseptinum “Exercise is Medicine”, sum er skapt av nøkrum av heimsins førandi granskarum í heiluvági og fysiologi, og sum nú hevur 15 ár á baki.

Magni Mohr, verkætlanarleiðari, metir, at vísindaligu prógvini fyri at viðgera sjúklingabólkar, sum t.d. fólk við typu 2 diabetes, við kropsligari venjing og kostbroytingum á ein skipaðan, stýrdan og vísindalig grundaðan hátt í heilsuverkinum eru so góð, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn veruligar kliniskar leiðreglur verða settar í verk altjóða.

“Okkara kanning vísir, at kropslig venjing, sum inniheldur intenst arbeiði við stórum vøddabólkum, gevur breiðspektraðar fysiologiskar effektir, og tí skulu vit nettupp inn at viðgera bólkar sum t.d. prediabetikarar við venjing og kosti” sigur Magni Mohr. “Kanningin vísir, at eldri prediabetikarar hava gagnilig árin av fótbóltsvenjing á blóðsukurregulering, kropssamanseting, blóðtrýst og iltupptøku, sum hava kliniskan týdning, og sum stuðla undir meta-analysur í altjóða vísindaligum bókmentum”, sigur Magni Mohr at enda.

Kanningin varð løgd fram á Granskingardegnum hjá Landssjúkrahúsinum og á American College of Sports Medicine, sum er heimsins leiðandi ítrottarheiluvágs-ráðstevna í heiminum, í Denver í USA í fjør.

Kanningin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum.