Skriva út
Lagt út: 08.06.2008

Kontrolfólk til gransking í psykiskum sjúkum

Ílegusavnið sóknast eftir kontrolfólki til verkætlanir innan psykiskar sjúkur. Talan er um víðari arbeiði við verkætlan, sum August G. Wang og onnur hava arbeitt við í góð 10 ár.

Leitað verður eftir fólki uttan kenda psykiska sjúku, sum vilja vera kontrolpersónar, har antin foreldur ella maki/ børn helst eisini vilja luttaka. Her verður ikki spurt um sjúku yvirhøvur, men tikin verður ein lítil blóðroynd. Les meira um hetta í tíðindaskrivi frá Ílegusavninum.

Fleiri verkætlanir eru farnar í gongd á Ílegusavninum seinnu tíðina, bæði forkanningar og granskingarverkætlanir. Talan er t.d. um forkanningar um krabbamein og Parkinson og gransking í eygnasjúkum og autismu. Les um allar verkætlanirnar á Ílegusavninum á heimasíðu teirra