Skriva út
Lagt út: 01.10.2014

Keys to ROME – nýggir møguleikar hjá søvnunum

Í ár eru 2000 ár síðan Augustus keisari doyði. Augustus var grundleggjarin av Rómverska ríkinum og í tí sambandi er áhugaverd framsýning latin upp, har nýggj tøkni verður nýtt.

Í Róm hava tey sett upp nýggja framsýning um keisaran við heitinum ‘Keys to Rome’. Framsýningin lat upp 23. september, sum var føðingardagur Augustus keisara, og verður sýnd í fýra evropeiskum býum samstundis.

Hetta er meira enn bara ein onnur framsýning um gamla býin Róm, tí evropeiska granskara netverkið V-MUST.NET hevur ment nýggja virtuella tøkni til endamálið. Talan er um netverk av granskarum innan fleiri ymisk øki. Har eru fornfrøðingar, listasøgufrøðingar, arkitektar, teldufrøðingar og samskiftis serfrøðingar.

Framsýningin er í fýra býum, sum umboða týdningarmikil støð í gamla Rómverska ríkinum. Umframt í Róm er framsýningin í Amsterdam, Sarajevo og í Alexandria í Egyptalandi.

Tað er fyrstu ferð, at ein framsýning er í fýra býum samstundis og tað hevur verið stór avbjóðing hjá fyrireikarunum. Nýggja tøknin ger tað møguligt at vísa savnindi á heilt nýggjan hátt, gjøgnum appur og slóðbrótandi tøkni, sum er ment í arbeiðinum við verkætlanini V-MUST.NET.

M.a. ber til at fara á ferð saman við frásøgufólki í samvirknum installatiónum, har tann vitjandi fær innlit í loyndarmál, tá ið greitt verður frá gomlu lutunum og við at nýta ‘Lyklarnar til Róm’ at læsa nýggja søgu upp við. Við hjálp av telefonini og einari applikatión, sum nevnist Matrix, fer tann vitjandi á ferð millum lutirnar í øllum fýra søvnunum.

Vitjandi á søvnunum fáa møguleika at taka niður Matrix, sum er ment av Fraunhofer Institute í Týsklandi.  Applikatiónin er tøk á heimasíðuni hjá ‘Keys to Rome’. Fleiri onnur tøknilig nýbrot eru á framsýningini, sum eru ment í samstarvinum í V-MUST.NET.

V-MUST.NET hevur fingið stuðul frá ES kommissiónini úr FP7 rammuskránni. Netverkið fevnir um 18 evropeiskar partnarar í 13 londum við tilsamans 120 fólkum. Verkætlanin gongur yvir 4 ár, hon byrjaði 1. februar 2011 og endar 31. januar 2015.  

Rómversk savnindi verða sýnd fram í fýra søvnum fram til mai 2015. Framsýningin kann síggjast í Alexandria í Egyptalandi (Bibliotheca Alexandrina), Amsterdam (Allard Pierson Museum), Sarajevo (City Hall) og sjálvandi í Róm (Imperial Fora Museum).

Les meira um verkætlanina her
Les meira um V-MUST.NET her
Vitja Keys to ROME her