Skriva út
Lagt út: 12.02.2009

Karin Margretha H. Larsen vart Ph.D. ritgerð

Mikudagin 11. februar vardi Karin Margretha H. Larsen Ph.D. ritgerð sína ”Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf and the impact on the Shelf ecosystem” við Universitetið í Bergen.

Í metingarnevndini vóru:

John Simpson, professari, PhD, University of Wales, School of Ocean Sciences, Bangor University, Anglesey, UK

Ken Drinkwater, seniorgranskari, PhD, Havforskningsinstituttet, Bergen

Eva Falck, seniorgranskari, dr.scient., Geofysisk institutt, Universitetet i Bergen

Eirik Sundvor, professari við Universitetet i Bergen leiddi verjuna.


Vegleiðarar hava verið Bogi Hansen, deildarleiðari á Fiskirannsóknarstovuni og professari í havfrøði á Náttúruvísindadeildini, og Harald Svendsen, professari í havfrøði á Geofysisk Institutt á Universitetinum í Bergen.

Ritgerðin lýsir tann sonevnda sjóvarfalsfrontin sum skilir sjógvin og vistskipanina á Landgrunninum frá opnum havi. Hesin frontur hevur avgerðandi týdning fyri náttúruríkidømið í havinum kring oyggjarnar.

Ritgerðin er úrslit av gransking, sum Karin Margretha hevur gjørt í sínum starvi á Fiskirannsóknarstovuni.

Les um Karin Margrethu í Heilagrunninum