Skriva út
Lagt út: 09.09.2016

Karin Jóhanna L. Knudsen vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Fríggjadagin 9. september vardi Karin Jóhanna L. Knudsen ph.d. ritgerð sína, sum kallast: "Fending for yourself, Women’s migration between the Faroe Islands and Denmark." Hon er um konur, ið flyta av landinum fyri at fáa umstøður at klára seg sjálvar.

Endamálið við ph.d. ritgerðini er at lýsa, hvat eyðkennir konurnar, sum flyta millum Føroyar og Danmark. Harafturat er endamálið seta orð á tað, sum eyðkennir tey samfelagsligu viðurskifti, sum tær flyta frá og til.

Fitt av fólki var til verjuna á Vinnuháskúlanum, sum eisini varð stroymd. Sigurð í Jákupsstovu rektari leiddi verjuna, sum byrjaði við, at Karin Jóhanna L. Knudsen hevði eina framløgu um arbeiðið og ritgerðina. Fyrsti opponentur var Sharon Roseman, professari á Memorial University, Kanada, sum viðgjørdi ymisk evni úr ritgerðini, eitt nú sambandið millum tilfarið úr bløðunum og gjørdu samrøðurnar, og síðani spurdi nakrar spurningar.

Eftir ein steðg var tað Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum, annar opponentur, sum serliga viðgjørdi teoretiska partin í ritgerðini og spurdi ymsar spurningar. Triði opponenturin, Kristine Juul, lektari á Roskilde Universitet, endaði verjuna við at umrøða innsavnaða tilfarið og viðgerðina av hesum. Eisini her vóru spurningar settir Karin Jóhonnu L. Knudsen.

Eftir knappar tríggjar tímar kunngjørdi Kristine Juul vegna metingarnevndina, at Karin Jóhanna L. Knudsen hevði gjørt eitt gott arbeiði og mælti til, at ph.d.heitið varð latið henni.
Síðani handaði Sigurð i Jákupsstovu rektari ph.d.prógvið.

Karin Jóhanna L. Knudsen hevur verið dupult innskrivað til ph.d.lestur á RUC og á Fróðskaparsetrinum. Hon er tann fyrsta á Fróðskaparsetrinum, ið er innskrivað á tveimum hægri lærustovnum í sambandi við skriving av ph.d.-ritgerð. Ph.d.-kandidatur, ið er innskrivaður á tveimum lærustovnum og sum fær ritgerðina góðkenda eftir at hava vart hana fyri ph.d.-heitið, fær prógv frá báðum lærustovnunum.

Vegleiðarar hava verið Jørgen Ole Bærenholdt, professari á Roskilde Universitet og Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetrinum.

Karin Jóhanna L. Knudsen starvast á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Les meira í Heilagrunninum

Á myndini eru Malan Marnersdóttir, Karin Jóhanna L. Knudsen og Jørgen Ole Bæhrenholdt eftir at ph.d.prógvið varð handað.