Skriva út
Lagt út: 02.02.2017

Kanningar av føroyskum fótbóltspælarum í útgávu um Vísindi og fótbólt

Magni Mohr granskari í heilsuvísindum og leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking á Fróðskaparsetri Føroya hevur skrivað bókakapitul í bókini “Science and Football VIII”, sum er vísindalig frágreiðing frá áttandu heimsráðstevnu í vísindum og fótbólti. Heimsráðstevnurnar vera hildnar fjórða hvørt ár ymsa staðni í heiminum, har endamálið er at varpa ljós á nýggjastu vitanina innan fótbóltsgransking.

Bókakapitlið ber heitið “Physiology of women´s football from competitive to recreational level”. Fyrsti partur av frágreiðingin viðgerð nýggjastu vitan um kropsligu krøvini í úrvals kvinnufótbólti við høvuðsatliti til fysiologiskar tættir, sum viðføra vøddamøði í úrvalsdystum. Seinni parturin viðgerð breiðspektraðu árinini av heilsufótbólti á fysiologiskar skipanir hjá óvirknum kvinnum og kvinnuligum sjúklingabólkum, sum staðfesta heilsustøðuna.

Fleiri av kanningunum, sum verða viðgjørdar í seinna partinum eru framdar í Føroyum og eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

Les um bókina her

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum