Skriva út
Lagt út: 23.02.2011

Kann varandi orka blíva uppi?

Siga heitini neodymium, lanthan og dysprosium tær nakað?

Um ikki, so kundi tú lurta eftir sendingini Veðurlag og umhvørvi hjá DR frá 18. februar 2011, slóð ovarlaga á síðuni. 

Hesi trý grundevnini og fleiri onnur kunnu vera orsøkin til. at varandi orka ikki er so varandi, sum vit halda.

Umhvørvisvinarliga tøknin í elbilum og serliga í vindmyllum hevur tørv á stórum nøgdum av serligum tillfari, sum ikki er tøkt í óavmarkaðum nøgdum.

Í sendingini verður greitt frá, hví tað er so trupult at fáa hendur á hesum tilfarinum, hóast tað ikki er so sjáldsamt. Eisin verður greitt frá, hvørjir eginleikar gera, at hetta tilfarið hóskar so væl til alskyns nýmótans tøkni, ikki bara veðurlagstøkni.

Tosað verður við Per Kalvig, seniorráðgeva á  GEUS, Boga Bech Jensen, lektara á DTU Electro, og við Jørgen Jensen, verkfrøðing á Turboleach.

Les um Boga Bech Jensen í Heilagrunninum.