Skriva út
Lagt út: 12.09.2023

Kampus er fyritreyt fyri Suðuroyartunli

Umleið 30 miljónir kr. eru fyribils settar av á fíggjarlógini til at projektera og umvæla bygningar til nýggja kampusið, sum er í umbúna á Fróðskaparsetrinum. Borgarstjórin í Vágs kommunu hevur ført fram, at hesar milliónirnar og allar tær, ið skulu til afturat fyri at fáa eitt kampus, høvdu verið betri farnar sum íkast til ein Suðuroyartunnil.

Jan Rasmussen, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sum er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, er alt annað enn samdur.

- Eitt kampus er mett at kosta umleið eina milljard kr., men tað er ein íløga, ið vit ikki kunnu vera fyriuttan, um Fróðskaparsetrið skal gerast eitt nýmótans universitet, sum kann veita okkum granskingargrundaða vitan.

- Um vit skulu tryggja og menna okkara vælferðarsamfelag, verður neyðugt at vaksa um búskapin. Og tað fer ikki at bera til at halda fram at fiska meira og ala meira, tí talið av fiskastovnum og firðum er avmarkað. Vit verða noydd at gagnnýta okkara førleikar til fulnar og hugsavna okkum um økir, har vit eru sterk.

- At gera íløgur í eitt kampus er tí ein fyritreyt fyri, at vit kunnu fáa ráð til ein Suðuroyartunnil, sigur Jan Rasmussen í Vísindavøkublaðnum, sum júst er útkomið.

Nýggja kampusið skal verða eitt savningarstað fyri granskarar og nýskaparar á almennum granskingarstovnum og í privatu vinnuni.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir í fyrstu ársfrágreiðing síni til, at ein depil  verður settur á stovn á kampusinum, ið eisini fevnir um granskarar og mennarar í privata geiranum.

Les meira um kampus á Fróðskaparsetrinum her.

Í ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan verður dentur lagdur á, at gransking er ein íløga.

Í Føroyum stendur stuðul til gransking, menning og nýskapan sum ein útreiðsla í løgtingsfíggjarlógini. Í londunum rundan um okkum verður stuðul til gransking, menning og nýskapan í staðin roknaður sum ein íløga.

Í USA og Evropa liggur árliga íløguavkastið frá alment fíggjaðari gransking, menning og nýskapan um 20% í miðal. Í Føroyum vanta hagtøl á økinum, men um støðan er áleið tann sama í Føroyum, koma tær 7,5 milliónirnar til granskingarstuðul á fíggjarlógini aftur við einum virði á 9 miljónir kr.

Les meira um ársfrágreiðingina hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan her.

Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.