Skriva út
Lagt út: 17.11.2017

Kalpana Vijayavarathan vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Hvat er ein góður lærari? Hendan spurningin hevur Mentamálaráðið nýliga sett fram í einum stuttfilmi í sambandi við ráðstevnu fyri fólkaskúlalærarum í Føroyum. Fríggjadagin 17 november kom Kalpana Vijayavarathan við áhugaverdum íkøstum til at svara hesum spurningi á økinum, sum hon hevur granskað farnu 3 árini.

Kalpana Vijayavarathan vardi ph.d.-ritgerð sína frammanfyri eini fittari fjøld av fólki í høllini á Námsvísindadeildini. Her vóru serliga familja og vinir, starvsfelagar frá Námsvísindadeildini og øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum, fyrrverandi starvsfelagar og lærarar ymsa staðni frá. Tey upplivdu eina drúgva og gjølliga verju, sum í eins stóran mun var ein faklig samrøða sum ein próvtøka.

Kalpana Vijayavarathan hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon lat ritgerina inn til verju til ásetta tíð í august í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya, er tað sum verður kallað “a double degree”, sum er ein avtala millum Aarhus Universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Ritgerðin er um fatanina hjá 8. floks lærarum um undirvísing í talaðum enskum í Føroyum og um, hvussu hendan fatan ávirkar praksis. Ritgerðin byggir m.a. á samrøður við og eygleiðingar av undirvísingini hjá sjey lærarum.

Høvðusvegleiðari hevur verið Susana S. Fernández, ph.d. og lektari á Afdeling for Tysk og Romanske sprog á Århus Universitet, meðan Birgit Henriksen, professari á Institut for Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet, hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Carmen Heine, lektari á Århus Universitet, forkvinna
Tore Nilsson, lektari á Stockholms Universitet
Marie Christine Appel, lektari á Open University of Catalonia

Nýskapandi og áhugaverd ritgerð

Carmen Heine legði út við at lýsa ritgerðina, áðrenn Kalpana Vijayavarathan fekk orðið. Metingarnevndin var samd um, at hon hevði stór rós uppiborið fyri dygt arbeiðið, og at tað var ein fragd at lesa ritgerðina.

Síðani fekk Kalpana høvi at greiða frá um tankarnar handan granskingina, um háttalag og arbeiðið við samrøðum, eygleiðingum og greiningum. At enda tók hon samanum niðurstøðurnar og metti um týdningin og møguliga nyttuvirðið av hesi granskingini.

Fyrsti opponentur var Tore Nielsen, sum legði út við at spyrja um fatan og greining av ymsum hugtøkum og førleikum. Tey høvdu eina áhugaverda samrøðu, har Kalpana eisini fekk høvi at greina partar av ritgerðini nærri.

Aftaná steðgin var ein spurningur frá salinum, har spurt varð um hugsanina um nýtslu av móðurmáli í undirvísing í fremmandamáli. Her helt Kalpana m.a., at tað kann vera ein góð hjálp at nýta móðurmál í støðum, har tað kann hjálpa samrøðuni og fatanini á glið.

Annar opponenturin var Marie Christine Appel, sum legði út við at staðfesta, at ritgerðin eftir hennara tykki er sera viðkomandi og vónandi kemur at broyta ting frameftir. Hon vísti á, at tað ofta er eitt glopp millum tað, sum verður borið fram á fakligum ráðstevnum og tað, sum hendir í flokshølunum. Hon metti, at ritgerðin her er øðrvísi og kann verða eitt týdningarmikið bindilið millum ástøði og veruleika. Tí mælti hon eisini til, at ritgerðin verður útgivin, men við onkrum broytingum, sum kunnu gera hana enn betri.

Í hesi samrøðuni varð serliga tosað um, hvussu Kalpana hevur arbeitt við at menna kodingina av ymsu hugtøkunum, og um og hvussu hetta kann brúkast av øðrum. Her varð eisini umrøtt, hvørt tað var tilvitað, at teir sjey lærararnir ikki vóru nærri lýstir, so tú fekst eina heildarfatan av teimum. Tað var váttað við tilvísing til avmarkaða umhvørvið, har sjálvt stuttar lýsingar kunnu avdúka, hvør einstaki lærarin er. Hetta hevði helst órógvað meira, enn tað hevði kunna skapt av meirvirði.

At enda var tað forkvinnan í metingarnevndini, Carmen Heine, sum fekk orðið. Hetta er ikki vanligt í Føroyum, har formaður ella forkvinna hevur leiklutin sum leiðari av verjuni, men hetta er sum skilst vanligt í Aarhus. Hon spurdi um ymiskt, sum hon helt kundi havt verið gjørt øðrvísi ella sum hon vildi vita meira um. Hon undraðist serliga á, hvussu tað hevði eydnast Kalpanu at fáa hesar lærararnar at reflektera so djúpt og verða so opnar í samrøðunum. Kalpana helt, at tað kundu vera fleiri orsøkir, kanska orsakað av hennara bakgrund – hon kallaði seg ’native foreigner’ –, at  hon í tilgongdini hevur lagt dent á at vilja skilja, ikki døma ella meta um avrik og meiningar hjá lærarum, og at fatanin var, at øll høvdu sama ynski um at skilja fyri at mennast. Ein partur av frágreiðingini var helst eisini, at hon hevði fleiri samrøður við lærararnar, og at tey vendu aftur til somu spurningar frá ferð til ferð.

Aftaná góðar tríggjar tímar fór metingarnevndin á fund, har tey mettu um verjuna. Stutt eftir kunngjørdi Carmen Heine, at ein samd nevnd helt, at Kalpana Vijayavarathan hevði staðið verjuna og skuldi fáa ph.d.-heitið. Tey róstu henni aftur fyri eitt megnar avrik við ritgerð og verju, sum bæði hon og vegleiðararnir kundu vera errin av.

Eftir at Sigurð í Jákupsstovu, rektari, hevði handað ph.d.-prógvið, var móttøka fyri áhoyrarunum.

Á myndini frá vinstru: Birgit Henriksen,  Carmen Heine, Abraham og Kalpana Vijayavarathan, Susana S. Fernández, Tore Nilsson og Marie Christine Appel.

Abstract

Research in English as a foreign language (EFL) teacher cognition (TC) continues to highlight the crucial significance of the role of TC in teaching. TC and teaching speaking (TS) in EFL is under researched, and this case study attempts to add to this significant field.

The purpose of this case study was to glean TC about TS of seven grade 8 EFL teachers in The Faroe Islands and ascertain the impact of TC on their TS praxis. Semi-structured interviews, observations and document analysis were used to elicit data to fulfil research aims. The results show that TC does impact TS and overall, there is congruence between TC and TS. This congruence is a result of two factors: a. the strong influence of ‘apprenticeship of observation’ i.e. the influence on teachers from the way they were taught as students and b. the interpretation of TS as facilitating student spoken performance in the classroom. This means ‘doing speaking’ i.e. opportunities for speaking rather than teaching speaking i.e. using specific strategies to teach students to speak predominates.

There is minor incidence of incongruence between teacher cognition and teaching speaking, which may indicate the core-peripheral beliefs dichotomy in teaching. Core beliefs are experience based and are chosen over peripheral beliefs, which are theory based and have not been tried and tested in practice by teachers to become part of the teaching repertoire. This accounts for the gap between cognition and teaching.

The ‘Teaching-speaking cycle’ of Goh and Burns (2012) has been chosen to identify the reflection of the ‘state of the art’ in grade 8 praxis in teaching speaking. It subsumes earlier teaching speaking models and advocates a holistic approach to teaching speaking with specific activities to be carried out successively to promote the teaching of speaking. There is sporadic reflection of aspects of the model in grade 8 teaching speaking praxis, emphasising that there is ‘doing speaking’

The study underlines the pivotal role of teacher education in equipping teachers for their profession and proactively helping pre-and post-service teachers to be critically selfaware of the influence of teacher cognition on their praxis. It pinpoints the importance of continued professional development for teachers during their careers and makes a case for educational research to impact teaching and make a difference in education.