Skriva út
Lagt út: 26.03.2008

Jónrit Halling vart ph.d.ritgerð á Syddansk Universitet

Týsdagin 25. mars 2008 vardi Jónrit Halling ph.d. ritgerð sína: "Pharmacogentic variations in drug metabolism among Faroese" á Syddansk Universitet.

Hon hevur gjørt teoretiska partin av arbeiðinum á Syddansk Universitet og kliniska partin á Deildini fyri Arbeiðs og Almanna heilsu. Kim Brøsen, professari, dr.med. hevur verið høvuðsvegleiðari, Philippe Grandjean, professari dr. med., og Pál Weihe, yvirlækni og granskingarlektari, hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru yvirlækni, dr.med. Kim Dalhoff, Klinisk Farmakologisk Enhed, Bispebjerg Hospital; professari, dr.med. Henrik Enghusen Poulsen, Klinisk Farmakologisk Afdeling, Rigshospitalet og lektari, ph.d. Kirsten Ohm Kyvik, Epidemiologi, Institut for Sundhedstjenesteforskning, Syddansk Universitet.

Jónrit Halling hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til eina nýggja verkætlan við heitinum: "Sædkvaliteten hos en fødselskohorte af færøske mænd og deres fædre". Hon fer væntandi undir hesa verkætlan við starvsstaði á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu seinni í ár.