Skriva út
Lagt út: 03.05.2012

Játtan til heilsugransking umsitast av Granskingargrunninum

Løgtingið hevur í dag samtykt at lata Granskingargrunnin umsita pengarnar frá Sjúkrakassagrunni Føroya innan teir karmar, sum Sjúkrakassagrunnurin setur. Talan er væntandi um umleið 30 milliónir krónur, sum skulu nýtast til gransking og onnur átøk á heilsuøkinum.

Málið um pengarnar frá sjúkrakøssunum hevur verið ávegis leingi. Ætlanin hevur verið at seta á stovn Sjúkrakassagrunn Føroya, sum skuldi umsita fæið og lata tað til ymisk átøk og verkætlanir á heilsuøkinum. Granskingarráðið bjóðaði seg fram at umsita peningin, sum skuldi setast av til gransking, fyri at sleppa undan dupult arbeiði og fyri at fylgja ætlanunum í granskingarpolitikkinum Vitan & Vøkstur at savna fyrisitingina og serfrøðina á einum stað.

Ein samd fíggjarnevnd legði í morgun fram broytingaruppskot í málinum, har mælt var til at samtykkja at:
“Fæið, sum er eftir í føroysku sjúkrakassunum, tá øll viðurskifti sjúkrakassanna eru avgreidd, verður latið sum stovnsfæ í Sjúkrakassagrunn Føroya. Endamál grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.
Grunnurin skal innan 1. apríl 2014 hava gjørt skrivligar leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til, og skal hava útgoldið alt fæið til Granskingargrunnin, ið hereftir hevur ábyrgd av umsitingini av fænum samsvarandi leiðreglunum, ið Sjúkrakassagrunnur Føroya hevur ásett.”

Løgtingið tók síðani undir við hesum uppskotinum og samtykti tað við 3. viðgerð fyrrapartin.

Broytingaruppskotið, sum varð samtykt, kann lesast her
 
Málið alt kann lesast her 

Nýbrot í føroyskari granskingarfyrisiting
Vit í Granskingarráðnum fegnast um avgerð Løgtingsins, sum vit meta vera nýbrot í føroyskari granskingarfyrisiting. Í sær sjálvum er hetta eitt stórt og týdningarmikið stig fyri føroyska heilsugransking, sum vit gleða okkum at fara undir at arbeiða við saman við Sjúkrakassagrunni Føroya og øðrum pørtum í málinum.

Eftir okkara tykki er hetta eisini eitt týdningarmikið stig í at fáa stovnsett og savnað játtanir til sektorgransking undir veingjunum hjá Granskingarráðnum, so vit fáa bæði strategiskar puljur og fríar puljur at søkja, eins og granskingarráðini í grannalondunum. Hetta er við til at styrkja granskingina við at geva møguleikar fyri at lata stuðul til størri og meira málrættaðar verkætlanir. Eisini kann hetta vera við til at styrkja møguleikarnar fyri luttøku í ES-granskingarsamstarvinum.