Skriva út
Lagt út: 04.06.2015

Játtan latin tveimum kanningarverkætlanum

Faknevndin fyri Sjúkrakassagrunnin hevur latið tvær stuðul av Høvuðsøki 1 til tvær kanningarverkætlanir. Talan er um fyrstu játtanirnar til kanningarverkætlanir, sum eru latnar úr Sjúkrakassagrunninum.

Onnur játtanin er latin Føroya Tannlæknafelag til verkætlan, sum kallast: “Handfaring av støðum við illgruna um fysiskan ágang ella umsorganarsvík av børnum - ein tvørskurðskanning millum tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum.” Talan er um verkætlan, sum er mett at taka 1 ½ ár og játtanin er kr. 120.000. Unn Jacobsen er verkætlanarleiðari. Sí verkætlanarlýsing niðanfyri.

Hin játtanin er latin Hjartafelagnum til verkætlan, sum kallast: “Eginumsorgan hjá sjúklingum við hjartasvíkjan í Føroyum.” Talan er um verkætlan, sum er mett at taka knøpp 2 ár og játtanin er kr. 139.506. Katrin á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur, er verkætlanarleiðari. Sí verkætlanarlýsing niðanfyri.

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskinagrverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Verkætlanarlýsing: Handfaring av støðum við illgruna um fysiskan ágang ella umsorganarsvík av børnum – ein tvørskurðskanning millum tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum

Verkætlanin hevur til endamáls at lýsa hvønn førleika tannlæknar og tannrøktarar hava í handfaring av børnum og ungum, sum hava verið útsett fyri fysiskum ágangi ella umsorganarsvíki. Hetta skal síggjast í ljósinum av broyttu barnaverndarlógini um skerpaða fráboðanarskyldu frá desember 2013.

Kanningar, gjørdar í Skotlandi og Danmark vísa, at umleið helmingurin av børnunum, sum hava verið úti fyri fysiskum ágangi, hava tekin um skaðar á høvur ella háls. Harumframt sæst at tannheilsan hjá útsettum børnum er verri enn miðal.

Øll børn í Føroyum, 0-18 ár, eru umfataði skipaðu ókeypis tannrøktini, og nærum 100% koma á tannlæknastovurnar og eru javnan sædd av tannheilsustarvsfólkum. Tí eru tannlæknar og tannrøktarar í eini framúr góðari støðu at varnast skaðar, har illgruni kann vera um fysiskan ágang.

Verkætlanin verður skipað sum ein spurnarkanning, har spurnarbløð við 23 fleirvalsspurningum (multiple choice) og undirspurningum, verða send talgild øllum tannlæknum og tannrøktarum í Føroyum. Tilsvarandi kanning er gjørd í Skotlandi og í Danmark.
Kanningin fer at vísa hvønn kunnleika og hvørjar royndir tannlæknar og tannrøktarar hava á økinum. Hvat skal til fyri at vit gerast betur at varnast og handfara hesi børn og hvørjar forðingar tannheilsustarvsfólkið hevur fyri at fráboða. Eisini er møguleiki fyri at samanbera við onnur lond, t.d. Danmark og staðfesta um tannheilsustarvsfólkið í Føroyum hava somu trupulleikar og avbjóðingar, sum í hinum londunum.

Kanningin gevur útbúgvingarstøðum betri førleika at tilrættaleggja útbúgvingina á hesum øki. Harvið finst tilfar, sum kann brúkast sum grundarlag fyri eftirútbúgving av starvsfólkum á tannheilsuøkinum, hetta til gagns fyri børnini og teirra framtíð.

Samandráttur frá kanningarverkætlanini verður almannakunngjørdur í viðkomandi tíðarritum.

Verkætlanarlýsing: Eginumsorgan hjá sjúklingum við hjartasvíkjan í Føroyum.

Endamálið við hesi prospektivu verkætlan er at eftirmeta hvørja ávirkan viðtalur í Eindini fyri hjartasvíkjan hava á eginumsorgan og vitan um hjartasvíkjan, og á tann hátt møguliga kunna menna tilboðið til sjúklingar við hjartasvíkjan í Føroyum.

Eindin fyri hjartasvíkjan fevnir um eitt toymi við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum og hjartalækna. Hjartasvíkjan er ein kronisk sjúka og hevur sjúklingurin tørv á, at læra um og at liva við síni sjúku. 50 % av øllum innleggingum hjá sjúklingum, sum áður hava verið innløgd við hjartasvíkjan, kundu verið fyribyrgdar, um sjúklingurin hevði havt eina betri eginumsorgan. Tí er eginumsorgan av alstórum týdningi, bæði tá hugsað verður um tann einstaka sjúklingin, og tá hugsað verður um trýstið á heilsuverkið og tær samlaðu samfelagsbúskaparligu avbjóðingarnar.

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her