Skriva út
Lagt út: 28.02.2014

Janna Egholm Hansen vart ph.d. ritgerð um føroyskt trúarlív

Janna Egholm Hansen vardi fríggjadagin 28. februar ph.d. ritgerð sína um føroyskan átrúnað og trúgv í nýggjari tíð. Verjan var á Institut for Kultur og Samfund við Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast "Religion og religiøsiet på Færøerne i det 21. århundrede: Betwixt and Between".

Lene Kühle, lektari á Institut for Kultur og Samfund, hevur verið høvuðsvegleiðari og Beinta í Jákupsstovu, lektari á Høgskolen í Molde, hjávegleiðari.

Leiðari fyri verjuna varð Marianne Qvortrup Fibiger, lektari og ph.d. programleiðari á Aarhus Universitet. Opponentarnir vóru Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og Pål Steinar Repstad, professari á Fakultet for humaniora og pedagogikk á Universitetet i Agder. Marie Vejrup Nielsen, lektari á Institut for Kultur og Samfund á Aarhus Universitet var forkvinna í metingarnevndini.

Verjan gekk væl og ritgerðin og granskingin hjá Jannu Egholm Hansen fingu nógv góð orð við á vegnum. Millum annað varð dentur lagdur á, at ritgerðin er sterk ástøðiliga. Talan er eisini um nýbrot í føroyskari gransking, tí hetta er fyrsta verk um føroyskt trúarlív í nýggjari tíð úr einum átrúnaðarsosiologiskum sjónarhorni. Umframt at skriva um føroyskan átrúnað og trúarlív ger Janna Egholm Hansen eisini samanberingar við Sør-Norge.

Evnið í ritgerðini hevur væntandi stóran almennan áhuga bæði í Føroyum og í Danmark og sannlíkt verður ritgerðin givin út í bók í næstum.

Ph.d.verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.

Á myndini frá vinstru: Pål Steinar Repstad, Lene Kühle, Beinta í Jákupstovu, Janna Egholm Hansen, Hans Andrias Sølvará, Marie Vejrup Nielsen og Marianne Qvortrup Fibiger.