Skriva út
Lagt út: 27.08.2017

Jann Mortensen tilnevndur professari á Københavns Universitet

Tann 1. apríl 2017 var Jann Mortensen, dr.med. og yvirlækni, tilnevndur professari í kliniskari fysiologi og nuklearmedisin við serligum denti á lungafunktión. Professarastarvið er á Københavns Universitet við setan sum yvirlækni við Ríkissjúkrahúsið á Klinik for Klinisk Fysiologi, Nuklearmedicin og PET, Diagnostisk Center.

Gransking hansara í lungafysiologi og lungapatofysiologi hevur slóðað fyri eini betri sjúkuavgerð fyri fleiri bólkar av lungasjuklingum. Tað er hetta økið, sum hann skal arbeiða víðari við í 5 ára professoratinum. Les meira um granskingina her.

Fríggjadagin 25. august helt hann sum siður er professarafyrilestur á Ríkissjúkrahúsinum við heitinum: "Lungerne set fra en klinisk nuklearfysiologs perspektiv".

Jann Mortensen er tilknýttur Landssjúkrahúsið sum konsulentur.

Les um Jann Mortensen í Heilagrunninum og um vísindaligu útgávur hansara í ResearchGate 

Mynd: Vimeo