Skriva út
Lagt út: 20.09.2012

INTERACT millumlanda atgongd

Hevur tú hug at gera kanningar innan náttúruvísindi, fólkalívsfrøði, ella samfelagsvísindi í einum øðrum landi?  So kanst tú søkja um fíggjarligan stuðul til at vitja 20 granskingarstøðir í Norðurevropa og Russlandi komandi summar og veturin 2013/2014. Møguleiki er at senda inn umsókn í tíðarskeiðinum frá 1.oktober til 31.oktober

INTERACT verkætlanin undir ES-FP7 hevur eina millumlandaskipan, sum bjóðar atgongd til 20 granskingarstøðir í Norðurevropa og Russlandi. Granskingarstøðirnar umboða fjøllbroyttar økoskipanir nær við jøklar, fjøll, tundra, nálaskóg, mýrulendi og við vøtn, og gevur møguleika til alskyns gransking frá náttúruvísindi til fólkalív og samfelagsvísindi.

Millumlanda atgongd, nevnd Transnational Access, umfatar:

Fría atgongd hjá brúkarabólkum til granskingarstøðir, umfatandi fígging av ferð og uppihaldi.

Fría atgongd til upplýsingar og dátur, sum eru alment tøkar í verkætlanarsamstarvinum.

Møguligt er at søkja um fígging til at vitja eina ella fleiri av granskingarstøðunum í Interact summarið 2013 og/ella veturin 2013/2014 við at fara inn á heimasíðuna hjá INTERACT: http://www.eu-interact.org/ í tíðarskeiðnum 1 – 31.oktober.

Treytirnar fyri at fáa fígging til millumlanda atgongu á Transnational Access í INTERACT er at bólkaleiðarin og meirilutin av limunum í bólkinum arbeiða á stovnum í ES-landi ella landi við atlimaskapi í ES. Hægst loyvda fígging til einstakan bólk er samanlagt 90 dagar. Galdandi treytir og leiðbeining til umsóknir, umframt yvirlit yvir støðir sum hava tøkar vitjanardagar,  INTERACT-staðarlisti og umsóknarskipan á enskum eru at finna á heimasíðuni hjá INTERACT, http://www.eu-interact.org/.

Ver við longu nú og søk um INTERACT Transnational Access til nøkur av kaldastu støðunum í norðri!

Fleiri upplýsingar fáast á heimasíðuni hjá INTERACT, ella við at seta seg í samband við samskiparan í hesum átakinum Hannele Savela, hannele.savela@oulu.fi ella leiðaran Kirsi Latola, kirsi.latola@oulu.fi

Upplýsingar fáast eisini við at venda sær til Lis Mortensen, Jarðfeingi, jardfeingi@jardfeingi.fo