Skriva út
Lagt út: 15.10.2012

Íløgur í gransking og menning gera mun

- Íløga í gransking og menning er ein trygg leið til ein kappingarføran og sterkan europeiskan búskap, sigur Robert-Jan Smits, aðalstjóri á deildini fyri Gransking og Nýskapan hjá ES Kommissiónini.

- Tí er tað, at EU2020 ætlanini fyri vøkstur og arbeiði  (EU2020 Strategy for growth and jobs) gevur gransking og menning ein týðandi leiklut. Aðaltólið til at fremja hesa ætlan hevur síðan 2007 verið Sjeynda Rammuskráin fyri  Gransking og Tøkniliga Menning (FP7).

- Við hesum tólinum strembar Europa Kommissiónin eftir at umseta slóðbrótandi granskingar úrslit til tøknilig framstig og til vørur, sum kunnu broyta orku- og flutnings økini (ofta í samstarvi við stórar privatar fyritøkur, sum arbeiða innan økini), men eisini at viðgera tær stóru avbjóðingarnar, ið ávirka okkara gerandislív – alt frá okkara heilsustøðu til umhvørvið vit liva í.

- Við at fylgja slóðini niðanfyri kanst tú síggja dømi um, hvussu gransking fíggjað av ES seinasta árið hevur potentiali til veruliga at gera ein mun í okkara lívum og í framtíðini hjá ES.

http://ec.europa.eu/research/sse/2011/index_en.cfm