Skriva út
Lagt út: 01.04.2011

Ílegukanning avdúkar vandan at fáa panikkangist.

Eitt danskt granskalið hevur funnið eina ílegu, ið kann avdúkað, um tú hevur størri vanda fyri at fáa panikkangist. Hendan nýggja vitan kann gerast eitt týdningarmikið fet á leiðini til at bøta viðgerðarmøguleikarnar til hesa sálarsjúku.

Fyri flestu av okkum er tað ikki uppskakandi at fara frá húsum, at koyra við bussinum ella at fara til handils.

Men hjá teimum, ið hava panikkangist kunnu heilt vanligar gerandishendingar framkalla eina ógvusliga ræðslukenslu.

Ein út av tjúgu verða rakt av panikkangist gjøgnum lívsleiðina. Tað kann koma sum eitt snarljós frá einum klárum himmali og kann millum annað geva ógvusligan hjartasláttur, sveitta um allan kroppin, ristandi hendur, turran munn og trýst fyri bróstið.

Granskarar vita, at sjúkan partvíst er arvalig, og nu hava danskir granskarar funnið fram til eina av hesum ílegunum, sum tykist at hava ein serligan leiklut, hvat panikkangist viðvíkur.

Illgrunasom ílega
Granskarar hava valt at leggja dent á eina ílegu, sum tey frammanundan høvdu illgruna um, kundi hava ein leiklut undir herðindum av pannikangist, nevnliga ílegan SLC6A2, ið kotar noradrenalin flytaran. (Sí faktaboks, niðast)

Í heilivágsviðgerð ímóti panikkangist og øðrum sálarligum sjúkum sum eitt nú tunglyndi., er tað noradrenalin flytarin, ið man roynir at raka.

»Tí var tað sjálvsagt hjá okkum at kanna um tey fólk, sum fáa panikkangist, eru fødd við serligum frábrigdum av íleguni, ið kann hava við sær, at tey í størri ella minni mun fáa hesa sálarligu sjúku,« sigur Henriette Nørmølle Buttenschøn, post.doc frá Center for Psykiatrisk Forskning á Aarhus Universitetssjúkrahúsið, ið hevur staðið á odda fyri hesi gransking

Serlig frábrigdir økja um vanda at fáa panikkangist
Okkurt kundi bent á, at hetta var eitt klókt val.

Tí við at greina sundur hesa ílegu hjá ávíkavist 449 donskum og týskum sjúklingum, sum hava panikkangist og 279 frískum kontrolperónar, var greitt, at sjúklingarnir við panikkangist høvdu størri sannlíkindi til at bera nøkur serlig frábrigdir av íleguni SLC6A2.

Fyri at verða heilt greið, so eru okkara ílegur bygdar upp av eini ávísari raðfylgju av nøkrum basum. Raðfylgjan er í høvuðsheitum eins frá fólkið til fólkið, men á ávísum plássum kann basan verða skift út til fyrimun fyri eina aðra.

Hetta kallast á fakmáli ”einkult nukleotid polymorfi”, og hevur sín uppruna frá enska orðinum "single nucleotide polymorphism". Tað styttist til SNP, og hetta er so farið í arv til tað danska málið.

Danska granskingin, ið júst er almannakunngjørd í viðurkenda granskingar tíðarritinum ”Journal of Neural Transmission”, vísir, at sjúklingar, ið er plágaðir av panikkangist, hava størri sannlíkindi til at vera berarir av heilt ávísum frábrigdum av íleguni LC6A2.

Granskingin vísir, at viðfødd ílegufrábrigdir, SNP, kann í ringasta føri tvífalda vandan hjá beraranum at fáa panikkangist í einum lívskeiðið.

»Tað undirstrikar, at ílegan við stórum sannlíkindi, hevur í størri ella minni mun ein týdningarmiklan leiklut við at fáa sjúkuna. So vit eru komin eitt fet nærri til at skilja hvussu sjúkan kann koma,« sigur Henriette Nørmølle Buttenschøn.

Ikki ein løtt roynd
Henriette Nørmølle Buttenschøn ávarar ímóti ikki at yvirtulka úrslitini.

»Tað skulu fleiri og onnur sløg av kanningum til fyri at vátta, at okkara úrslit eru røtt,« sigur Henriette Nørmølle Buttenschøn.

Og eisini um úrslitini verða váttað, so skulu vit ikki vænta, at tað kemur ein vinnulig ílegutest, ið kann rokna út tín lívstíðsvanda at fáa panikkangist, og sum vil liggja við síðuna av einum barnsburðartestini á apotekum ella handlum.

»Tá panikkangist er ein so sjáldsom sjúka, so vil ein tvífaldan av vandanum ikki hava tann stóra týdningin. Og tað er bláoygt at halda at bert ein einkult ílega er orsøkin til eina so torgreidda sálarliga sjúku sum panikkangist.

Sum nú er, so er alt ov tíðliga og spill av pengum at menna eina vinnuliga ílegutest,« sigur Henriette Nørmølle Buttenschøn.

Skraddaraseymað viðgerð ávegis
Sambært Henriette Nørmølle Buttenschøn, er uppdagingin meiri áhugavert útfrá ein viðgerðarligum sjónarmiði.

Tí í dag kunnu vit ikki frammanundan síggja hvørjir sjúklingar við panikkangist, vilja fáa gleði av eini heiligvágsviðgerð og hjá hvørjum viðgerðin er gagnleys.

»Tað er okkara vón, at vit í framtíðini við útgangstøði í íleguprofilinum hjá sjúklingunum kunnu skraddaraseymað viðgerðir til hvønn einkultan sjúkling. Og við okkara tíðarbæru kanninginum hava vit kanska tikið okkara fyrstu smáu fet,« sigur Henriette Nørmølle Buttenschøn.

Føroyskir granskarar granska eisini innan hetta øki. Les meir um hetta á heimasíðuni hjá Ílegusavninum: http://www.genetics.gov.fo/00037/

<><><> </>

Fakta: Skipanin í heilanum og noradrenalin flytarinir
Okkara heili er samansettur av milliardum av nervakyknum, ið eru sambundnar í eina risastóra skipan. Tá tvær nervakyknur samskifta við hvørja aðra, so fer hetta fram við boðberum, sum kallast ”neurotransmittere”. Teir mest kendu ”neurotransmittere” eru dopamin, serotonin og noradrenalin.
Tá ein nervakykna vil samskifta við granna nervukyknuna, frígevur hon eitt nú noradrenalin inn í rúmið, sum liggur millum hesar báðar nervakyknur, hetta kallast ”synapsen”.
Líka so týdningarmikið tað er at hava eina nøkunlunda javnvág í innihaldinum av sukur í blóðinum, eins týdningarmikið er tað at tað hvørki er ov nógv ella ov lítið noradrenalin í synapsuni.
Tí eru nervakyknurnar snilt útgjørdar við noradrenalin flytarum, ið kunnu flyta noradrenalin frá synapsuni og inn aftur í nervakyknuna. Noradrenalin flytarin kann støvsúgva stórar mongdir av noradrenalinen aftur til nervakyknurnar.
Tað er nágreinliga hetta slag av flytarum, sum man roynir at raka í heilivágsviðgerðum ímóti sálarligum sjúkum sum tunglyndi og ótta. Tí við at tarna flytarunum kann man økja um nøgdirnar av neurotransmittere soleiðis at nøgdin av neurotransmittere í synapsuni hjá tí sjúka er á vanligum støði.


Kelda: videnskab.dk