Skriva út
Lagt út: 03.04.2014

Ikki samband millum POPs og tunglyndi og ADHD

Marin Strøm hevur saman við øðrum givið út grein um møguliga sambandið millum varandi dálkingarevni og heilamenning í tíðarritinum Environment International. Greinin kallast “Persistent organic pollutants measured in maternal serum and offspring neurodevelopmental outcomes — A prospective study with long-term follow-up”.

Varandi dálkingarevni hava í fleiri førum víst seg at hava skaðilig árin á menniskju, bæði viðvíkjandi immunverju, fita, heila og nervalag. Í móðurlívi og fyrstu árini eru heilin og miðnervalagið serliga viðkvom yvir fyri slíkum ávirkanum. Menniskju verða í høvuðsheitum útsett fyri dálkingarevnum gjøgnum tann kostin vit eta, og serliga við at eta føði úr sjónum, úr høga endanum av føðiketuni.

Granskararnir í toyminum hava kannað innihaldið av fleiri ymiskum persistentum dálkingarevnum í blóðroyndum, ið vóru tiknar av meira enn 800 barnakonum í 1988-89, og hava síðani fylgt børnunum gjøgnum barndóm og til 22 ára aldur við atliti til diagnosur og medisinnýtslu fyri ávikavist depressión og Attention Deficit/Hyperactivity Disorder (ADHD). Haraftrat hava tey fingið atgongd til royndarúrslit av fráfaringarroyndum fólkaskúlans í 9.flokki, og brúkt úrslitini av skrivligu royndunum sum eitt mát fyri kognitivu menningina hjá børnunum.

Tey sóu ongan samanhang millum innihaldið av evnunum PFOS, PFOA, PCB, p,p’-DDE og HCB í blóðroyndunum og um børnini høvdu fingið staðfest depressión ella ADHD upp til 22 ára aldur. Heldur ikki var nakað samband við úrslit av 9.floksroyndum. Sostatt kunnu tey ikki við hesum úrslitum undirbyggja, hvat aðrar kanningar hava peikað á, nevniliga at hesi evni kunnu vera skaðilig fyri heilamenningina hjá børnum.

Tey fara í næstum at gera somu kanningar av IQ-mátingum frá ungum monnum, ið hava verið til sessión, fyri at vita, um úrslit teirra halda eisini við einum slíkum neyvari máti fyri kognitión.

Rithøvundarnir eru Marin Strøm, Susanne Hansen, Sjúrður Fróði Olsen, Line Småstuen Haug, Panu Rantakokko, Hannu Kiviranta og Thorhallur Ingi Halldorsson.

Les greinina her  (krevur hald)

Marin Strøm arbeiðir sum post.doc. granskari og samskipari av verkætlanini ‘Diabetes and Women’s Health Study’ á Centre for Fetal Programming á Statens Serum Institut undir leiðslu av Sjúrði F. Olsen.

Les um Marin Strøm í Heilagrunninum