Skriva út
Lagt út: 24.01.2012

Ídnaðarkemikaliu ávirka koppingarnar av børnum í Føroyum

Ein nýggj kanning frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Sjúkrahúsverki Føroya, Syddansk Universitet, Statens Serum Institut, Københavns Universitet og Harvard University, sum er almannakunngjørd í grein í høgt metta tíðarritinum Journal of the American Medical Association (JAMA) í dag, vísir, at ávís ídnaðarkemikaliu kunnu minka virkningin av barnakoppingunum móti difteritis og stívkrampa. Les um greinina her

Pál Weihe, yvirlækni, greiðir soleiðis frá um kanningina:

"Tað snýr seg um tey sonevndu PFC-evnini (PerFluorinated Compounds), sum verða brúkt í ómetaliga nógvum ídanaðarhøpum, men eisini í gerandisvørum sum pizzabakkum, regnklæðum og bakipappíri. Øll koma vit í samband við hesi evni. Orsøkin til at skaðiliga árinið nústani er uppdagað er, at evnini longu vórðu brúkt, áðrenn lóggáva um at gera royndir av kemikalium varð samtykt. Tey perfluoreraðu (PFC) evnini eru torfør at niðurbróta og rúgvast upp í føðiketunum, og tí hava granskarar leingi stúrt fyri møguligum vandum.

Tann nýggja kanningin, sum verður almannakunngjørd í Journal of the American Medical Association (JAMA, 25. januar 2012, síða 391-397) vísir, sum tann fyrsta av sínum slag, at evnini hava við sær álvarslig árin á almenningin. Kanningin er gjørd í Føroyum, har fólkið verður útsett fyri PCF, eisini gjøgnum kostin. Men eksponeringin í Føroyum er tó á leið tann sama sum í t.d. USA og í Danmark.

Granskararnir hava mált PFC í blóðroyndum frá kvinnum, sum eru við barn og frá børnunum, tá tey eru um 5 ára aldur. Børnini vórðu fødd tíðarskeiðið 1997 til 2000. Út frá innihaldinum av andevnum í serum hjá børnunum, tá tey vóru 5 ár og 7 ár, funnu granskararnir fram til, at barnakoppingarevni virkar verri, jú meira børnini høvdu verið útsett fyri PFC. Børnini vóru í størri vanda fyri ikki at vera nóg væl vard ímóti difteritis og stívkrampa, sjálvt eftir heili fýra koppsetingar. Tað týðiligasta árinið sást hjá teimum sjey ára gomlu børnunum. Her sást, at ein tvífalding í PFC-útsetingini hevði við sær eina hálvering av innihaldinum av andevnum. Harvið rakar PFC-dálkingin ein ómetaliga týdningarmiklan lið í fyribyrgingini.

Tíverri eru vit øll útsett fyri PFC, og kanning av einari blóðroynd vil næstan altíð avdúka eina rúgvu av PFC-sambindingum. PFC er eisini funnið í umhvørvinum, har eitt tað størsta innihaldið er mált í ísbjarnum, sum bendir á upphóping í føðiketunum. Tí bera myndugleikar og granskarar ótta fyri at hava yvirsæð møguligar vandar við PFC-dálking.

Nøkur orð um tað, sum liggur aftanfyri greinina um PFC í JAMA, 25. januar 2012, síða 391-397
Ídnaðarkemikaliu, sum hava verið brúkt í nógv ár, eru fyri tað ikki óskaðilig. Tann bólkurin av evnum, sum ganga undir styttingini PFC, verða brúkt í mongum høpi, og vit eru tí støðugt útsett fyri teimum. Men av tí, at evnini longu vórðu tikin í brúk, áðrenn lóggáva um trygdarmeting av kemikalium varð samtykt, vóru ikki somu strongu reglur fyri PFC, sum fyri nýggj evnir.
PFC hava víst seg at vera torfør at niðurbróta, og tey eru við tíðini sloppin út í umhvørvið. Vit eru øll útsett fyri PFC, og kanning av einari blóðroynd vil næstan altíð avdúka nógvar PFC-sambindingar. PFC er eisini funnið í umhvørvinum, har eitt tað størsta innihaldið er mált í ísbjarnum – sum bendir á upphóping í føðiketunum. Tí bera myndugleikar og granskarar ótta fyri at hava yvirsæð møguligar vandar av eksponering fyri PFC-dálking.

So seint sum í 2011 vístu royndir, at vórðu mýs útsettar fyri PFC í viðgongutíðini, viðførdi hetta skaðar á immunverjuna hjá ungunum. Teir vóru ikki førir fyri at framleiða tey neyðugu andevnini, tá eitt fremmant protein varð sprænt inn í kroppin. Tað, sum kom óvart á granskararnar var, at hetta árin kom fyri, tá PFC-innihaldið í blóðinum svaraði til innihaldið, sum vit í dag kunnu finna í blóðinum hjá menniskjum.

Barnakoppsetingar
Greinin í JAMA kannar, um skaði á immunverjuna kemur fyri hjá børnum, sum eru útsett fyri PFC. Fyri at kanna immunverjuna, máldu vit innihaldið av andevnum móti stívkrampa og difteritis, sum øll børn verða koppsett ímóti. Vanliga verða fýra koppsetingar givnar, tann síðsta, tá barnið er fylt 5 ár. Íalt 656 børn vóru við í kanningini. Teirra eksponering fyri PFC varð máld tvær ferðir – lutvíst við blóðroynd tikin frá mammuni til síðstu kanning áðrenn føðing, lutvíst við einari blóðroynd frá barninum, tá tað var um 5 ár. Andevnini vórðu máld beint áðrenn ta síðstu koppsetingina og aftur tvey ár seinni, tá barnið var fylt 7 ár. Tað eydnaðist at fáa íalt 587 blóðroyndir frá børnunum. Øll børnini vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum í Føroyum, og tær klinisku kanningarnar vórðu allar framdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (1).

Máldar vórðu íalt fimm ymiskar PFC-sambindingar, og allar blóðroyndirnar innihildu PFC. Børnini høvdu øll fingið tær vanligu barnakoppsetingarnar, og øll høvdu andevni móti stívkrampa og difteritis.

Tvífalding viðførir hálvering
Innihaldið av PFC í blóðroyndini frá mammuni vísti eitt negativt samband við innihaldið av andevnum hjá barninum í 5 ára aldri, áðrenn tað fjórðu koppsetingina. Eksponering fyri PFC, meðan barnið var fostur, minkar tískil evnini til at gera andevni seinni.

Týðiligasta árinið varð tó funnið hjá 7 ára gomlum børnum. Her sást, at samlaða negativa árinið hevði við sær, at tá eitt nú PFC-nøgdin var tvífalt so stór, minkaði tað andevnini til helvtar. Henda ovurstóra minking er undrunarverd og týðir uppá, at árinið er álvarsligari enn tað, sum vit síggja hjá teimum, sum hava verið útsett fyri dioxin. Burtursæð frá nøkrum fáum arvaligum sjúkum, radioaktivari geisling og ávísum krabbaheilivági eru bert fáar kendar orsøkir til, at koppingarnar virka so illa uppá børn. Fyri at børn skulu verða vard ímóti einari sjúku, sum tey verða koppaði fyri, skal nøgdin av andevnum í blóðinum hava eina ávísa hædd. Eksponering fyri PFC’ir økir sostatt um vandan fyri, at børn ikki hava neyðugu mongdina av andevnum. Ella við øðrum orðum, at koppingarnar ikki hava havt ta verju við sær, sum ætlað varð.

Koppingar skulu geva immunitet
Endamálið við barnakoppingunum er at fáa til vega varandi, helst lívslangan immunitet, svarandi til tann, sum menniskju vanliga fáa eftir eina natúrliga infektión. Tað hendir ein aktivering av immunskipanini, tá fremmanda mikroveran kemur inn í kroppin. Mikroveran setir nakrar verjumekanismur í gongd, millum teirra gerð av andevnum. Tað eru hesi andevni, sum skjótt kunnu økjast, tá smitta seinni kemur fyri. Kopping av børnum verður hildin at vera sera týdningarmikil sum sjúkufyribyrgjandi átak. Tað er væl kent, at viðhvørt virka vaccinatiónir ikki, men orsøkin er ókend. Tó er tað so, at um andevnisgerðin er nóg stór hjá flestu børnum, so sleppa vit undan epidemium. Henda nýggja kanningin setur spurnartekin við, um vit nú kunnu líta á, at koppingarnar í fólkaheilsuhøpi eru so effektivar sum ætlað. Granskarabólkurin aftanfyri hesa kanning eru pionerar innan økið, tí teir hava kannað nærri, hvussu umhvørvisdálking ávirkar andevnisgerðina eftir koppingar. Við tað, at stórt sæð øll børn verða koppaði og harafturat við somu dosis og við sama aldur, so er hetta eitt gylt høvi at meta um, hvussu immunskipanin starvar, við heilt einfalt at máta nøgdina av koppingarandevnum í blóðinum hjá børnum. Hesin granskarabólkur hevur áður ávíst, at dálkingarevnið PCB eisini ávirkar andevnisgerðina, men tað ger kviksilvur ikki (2).

Hvat er PFC?
Perfluor-sambindingar (perfluorinated compounds stytt sum PFC) eru lívrunnar sambindingar, sum innihalda eina alkylketu, har øll ella tey flestu brintatomini eru skift út við fluor. Hetta ger kolstoffketuna sera stabila soleiðis, at hon næstan ikki brýtist niður í umhvørvinum. Hesin evnabólkur inniheldur eisini ein meira reaktivan part, sum kann vera eitt alkohol ella ein sýra. Fleiri hundrað ymiskar av hesum sambindingum verða nýttar í ídnaðinum, men best kenda og mest brúkta er perfluoroctansulfonat (PFOS) og perfluoroctansýra (PFOA), sum eisini eru máld í greinini í JAMA.

PFOS 

PFOA 



PFC hevur gagnligar eginleikar, tí tað er bæði vatn- og feittskýggjandi. Tí verða tey brúkt til eitt nú impregnering av papptallerkum, matemballagu, regnklæðum, skóm, møblum, steikipannum og til nógv onnur endamál. Evnini verða upptikin í kroppin, tá maturin verður dálkaður av innpakkingini; tá vit innanda dust frá viðgjørdum klæðum, og tá vit eta mat, har hesi evni eru upphópaði í føðiketuni. Miljøstyrelsen í Danmark hevur fyri stuttum gjørt frágreiðing um hesi evnir (3). Nógva brúkið av hesum evnum er fyri stuttum eisini ávíst í eini PhD-ritgerð hjá Xenia Triers á Fødevareinstituttet á Danmarks Tekniske Universitet (4). Har varð ávíst, at 6 út av 10 plastikkposum og pappeskjum við mati innihelt PFC og líknandi evni. Til dømis verður PFC ofta brúkt í posum til poppkorn ætlað mikrobylgjuovnum. Kanningar verða nú gjørdar til tess at meta um, hvussu stórur partur av hesum evnum fer frá innpakninginum yvir í matin.

Kanningar av blóðinum í ymsum londum vísa, at ikki bert føroyingar hava PFC í blóðinum, men tað hava aðrir europearar og amerikanarar eisini. Nøgdin av PFC í føroyingum er á leið tað sama, sum hjá dønum.

Í stabbamyndini niðanfyri síggjast miðalvirðini frá ymsum kanningum. Fyri PFOS hava virðini verið minkandi, helst tí hesin evnabólkur er blivin minni brúktur seinastu árini og framleiðslan í USA steðgaði fyri árum síðani.





Árin

Tvær PFC-sambindingar PFOS og PFOA eru rættiliga væl kannaðar í djóraroyndum. Men tað eru bert fá ár síðani, at granskarar byrjaðu at kanna skaðar á immunskipanina. Slíkar kanningar eru ikki rutinukanningar, og sjálvt ikki heilt nútímans kemikaliulóggávan (REACH) krevur slíka kanning.
Tá ið Europeiski matvørustovnurin (EFSA) fyri fáum árum síðani skuldi áseta markvirðið við PFOS og PFOA, løgdu teir til grund, hvussu hesi evni ávirkaðu livrina hjá rottum (5). Hesi livurárin kravdu tó 100 ferðir størri nøgdir enn tað, sum nýligani hevur víst seg at føra við sær immunskaðar hjá músaungum. Tí er væntandi, at EFSA og aðrir myndugleikar verða noyddir at meta um trygdina av PFC dálkaðum matvørum av nýggjum.

Tað finnast fleiri aðrar kanningar av møguligum negativum árinum av PFC. Flestu hesar kanningar eru smáar og tí kanska eitt sindur ivasamar. Tó hevur illgruni verið um negativt árin á fruktbæri og burðarvekt, og onkrar kanningar hava peikað á møguleikan fyri krabbaelvan. Um árinið á immunskipanina, sum greinin í JAMA ávísur, eisini kann viðvirka til nevndu árin vita vit ikki enn. Tann vitan, sum finst, er ikki nóg mikið til at gera eina neyva váðameting av PFC. Hetta er sjálvandi óheppið, tá hesi evni hava verið brúkt í minst 50 ár, og fyri langt síðani hava havt við sær týðandi umhvørvisdálking.

Soleiðis ber til at sleppa undan PFC
Tá vit ikki vita neyvt, hvussu vit verða útsett fyri PFC, er sjálvsagt trupult at leiðbeina um verju og fyribyrging. Eitt er at lata vera við at impregnera møblar, klæðir, teppir og skógvar uttan so, at tað greitt stendur, at evni ikki inniheldur PFC (6). Poppkorn til mikrobylgjuovnar eigur ikki at verða brúkt. Við tað, at PFC frá teppum og klædnavørum annars er at finna í húsdusti, er tað ráðiligt at dustsúgva ofta.

Fleiri átøk eru sett í verk til tess at minka um dálkingina við PFC. Fyrst er at nevna, at PFOS fyri stuttum varð sett á listan yvir serliga vandamikil evnir (Stokholm konventiónin). PFOA er beint nú vorðið bólkað sum vandamikið fyri nøringina í nýggju REACH-klassifikatiónini (Reprotoxic categori 1B). Eisini standa fleiri PFC sambindingar á listanum yvir evni, sum altjóða kemikaliu-skrivstovan ynskir útskift (7). Hinvegin fer tað helst at taka rúma tíð at útskifta allar PFC sambindingarnar við onnur evni, sum eru óskaðilig.

Granskarabólkurin
Granskararnir aftanfyri hesa nýggju kanning koma frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Føroyska Sjúkrahúsverkinum, frá Syddansk Universitet, Københavns Universitet og Statens Serum Institut. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðani 1985 samstarvað við Syddansk Universitet og nógvar aðrar stovnar í øðrum londum, um at kanna føroysk børn fyri árin av umhvørvisdálking. Kanningarnar hava havt við sær nógv úrslit av týdningi fyri ásetingina av markvirðum, serliga fyri kviksilvur.

Henda nýggja kanningin er stuðlað peningaliga av mongum. Danska Umhvørvisstýrið læt nógvan pening til tað, sum vit rópa burðar-kohortu 3, sum eru tey børnini, sum vórðu fødd frá oktober 1997 til mars 2000. Seinni hevur amerikanska umhvørvisstýrið (US-EPA) og amerikanska heilsustýrið (National Institutes of Health) játtað nógvan pening til kanningararbeiðið. Nú í seinastu hevur eisini tað strategiska granskingarráðið í Danmark stuðlað. Børnini í kohortu 3 eru nú hálvvaksin, og vit eru aftur í gongd við at kanna tey fyri, hvussu teirra immunverja starvar. Tað er Ulrike Steuerwald, barnalækni, sum kannar tey fyri tekin til allergiskar sjúkur sum t.d. astma, og saman við henni starva eisini Nanna Kallsberg, sjúkrarøktarfrøðingur og Sólrun Wardum, bioanalytikari".

Tilvísingar:
1 www.chef-projekt.dk  
2 http://www1.sdu.dk/Adm/Nyheder/sdu-nyviden-09-2006.pdf 
Sí eisini grein : http://ehp03.niehs.nih.gov/article/fetchArticle.action?articleURI=info%3Adoi%2F10.1289%2Fehp.1001975  
3 http://www2.mst.dk/udgiv/publikationer/2008/978-87-7052-843-6/pdf/978-87-7052-844-3.pdf  
4 http://www.food.dtu.dk/Default.aspx?ID=12968&PID=86105&NewsID=2178  
5 http://www.efsa.europa.eu/en/efsajournal/pub/653.htm  
6 http://www.ewg.org/files/EWG_pfcguide.pdf; og  http://www.environmentalhealthnews.org/ehs/news/ski-wax-chemicals  
7 http://www.chemsec.org/list/about-sin  

Nærri upplýsingar kunnu fáast frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Pál Weihe yvirlækna á tlf. 316696 og teldupost: pal@health.fo