Skriva út
Lagt út: 11.07.2013

ICT Proposers’ day 2012

26. og 27. september verður skipað fyri einum kunningar- og netverksdegi fyri fólk, sum eru áhugað í gransking og menning innan kunningar- og samskiftistøkni. Tiltakið verður í Warszawa í Póllandi.

Góðir møguleikar verða at hitta samstarvsfelagar, sum eru áhugaðir í verkætlanum innan KST arbeiðsætlanina fyri 2013. Umframt at hoyra verkætlanarhugskot frá fyritøkum og granskingarstovnum, verður eisini møguleiki at hoyra frá umboðum frá ES-kommissiónini, sum fara at vegleiða um, hvussu søkt veður, og hvat skal til fyri at gera eina góða umsókn.

Eitt on-line netverks-amboð er longu nú tøkt á heimasíðuni, sum er gjørd til tiltakið. Har ber til at skráseta sína egnu vangamynd og finna endamálini við KST 2013 arbeiðsætlanini. Eisini ber til at samskifta við onnur um verkætlanarhugskot við hesum tólinum.

Vitja heimasíðuna hjá tiltakinum fyri at fáa meira kunning og geva fráboðan um luttøku: http://ec.europa.eu/information_society/events/ictproposersday/2012/index_en.htm