Skriva út
Lagt út: 28.05.2014

Hvussu sær framtíðar skúlastovan út?

ES stuðlar áhugaverdari verkætlan um talgilda tøkni innan skúlagátt. Verkætlanin er størst av sínum slagi í Evropa og verður royndarkoyrd í 2000 skúlastovum í 17 londum. Tað stendur at lesa á heimasíðuni ‘Horizon-magazine.eu’.

iTEC verkætlanin hevur sum mál at kanna frálæruna, tá ið lærarar nýta framkomna talgilda tøkni sum frálæruamboð. Eisini er ætlanin at vísa á, hvussu framkomin tøkni kann gerast sameindur partur í framtíðar skúlastovuni og at geva lærarum námsfrøðilig amboð, tá ið tøknin verður nýtt.

Framkomin tøkni kann m.a. nýtast til at vísa næmingum, hvussu veruleikin sær út, ikki við at hyggja í lærubókina, men við at nýta teldil ella snildfone. T.d. ber til at nýta eina app á telefonini, nevnd Star Walk, til at læra stjørnuhimmalin at kenna. Eisini hevur verið arbeitt við tøkniligu amboðunum í bólkum, har næmingar hava víst góð skapandi evni.

Fyrstu eftirmetingarnar um verkætlanina eru jaligar. Fýra av fimm lærarum meta, at næmingarnir, sum luttaka í verkætlanini, eisini vísa skúlanum størri áhuga.

Til ber at lesa meira um verkætlanina her