Skriva út
Lagt út: 10.09.2012

Hvat heldur tú um Vísindavøkuna?

Hetta er fimta árið, at Granskingarráðið saman við granskingarstovnunum skipar fyri Vísindavøkuni. Vit halda sjálvi, at hon gerst betri og meira fjølbroytt á hvørjum ári. Men vit vita ikki neyvt, hvat onnur halda og hvussu nógv kenna til Vísindavøkuna.

Vit gera tí eina spurnarkanning undan Vísindavøkuni í ár, har vit spyrja, um fólk hava verið á Vísindavøku áður, um tey ætla sær í ár og um teirra hugsan um gransking. Vit fara eisini at spyrja tey vitjandi á Vísindavøkuni um teirra hugsan, tá tey fara avstað. Svarini skulu vit brúka í eftirmetingini av tiltakinum.
 
Her ber til at svara spurningunum

Ein gularót  til at verða við í kanningini er, at vit kasta lut millum øll tey, sum hava svarað. Vinningurin er ein HTC Sensation fartelefon frá Vodafone.

Hvør teldupostadressa kann bara vera við eina ferð.