Skriva út
Lagt út: 12.06.2015

Horizon 2020

Granskingarráðið tekur sær av at kunna um Horizon 2020. Vit hava javnan almennar kunningarfundir og eru á vitjan á granskingarstovnum og fyritøkum.

Vit kunna um skipanina, um møguleikar fyri luttøku í altjóða verkætlanum, um flytføri millum lond og vit leiðbeina um, hvussu farast kann fram, tá áhugi er fyri at søkja um stuðul.

Her á síðuni ber til at síggja framløgur frá kunningarfundum, sum eru ætlaðar at geva íblástur.

Granskingarráðið hevur 5 fólk í parttíðarstarvi sum NCP umboð, umframt eitt starvsfólk í føstum starvi á skrivstovuni. NCP umboðini eru kontaktfólk í mun til ES og Horizon 2020. Skriva til okkum og fá avtalu í lag, um tín stovur ella fyritøka ynskir neyvari kunning um Horizon 2020.

Um NCP toymið her