Skriva út
Lagt út: 16.05.2018

Horizon 2020 netborin skeið

Forskningsrådet í Norra hevur ment skeiðstilboð á ymiskum førleikastigum og innan ymisk evni.

Skeiðini snúgva seg um Horizon 2020 og geva ráð um, hvussu man finnur samstarvspart, hvørji krøv eru galdandi á ymsu økjunum og um útinnan av H2020 verkætlan.

Skeiðini eru at finna á heimasíðuni hjá Forskningsrådet, har áhugaðir luttakarar skráseta seg sum brúkara av síðuni og boða frá luttøku.

Nøkur skeið hava longu verið, men tilfarið liggur tøkt á síðuni. Onnur skeið eru komandi og opin fyri tilmelding.

Vitja síðuna hjá Forskningsrådet her