Skriva út
Lagt út: 27.10.2013

Horizon 2020 lýst í stuttum í EU-INFORMATION

Styrelsen for Forskning og Innovation í Danmark hevur givið út 4. útgávu av EU-INFORMATION í 2013. Her verður Horizon 2020, komandi ES-granskingar og nýskapanarskráin, lýst i stuttum og greitt verður frá, hvørjar broytingar eru í mun til FP7, sum skráin avloysir.

Horizon 2020 byggir á tríggjar súlur:
* Vísindi í heimsflokki
* Íðnaðarliga leiðslu
* Samfelagsligar avbjóðingar

Nógv av tí, sum var í FP7, heldur fram, men í summum førum skipað øðrvísi og einfaldari. Nýskapan er nú partur av somu srkánni.  Dentur fer tí í nógv størri mun enn nú at verða lagdur á tvørvísindaligt samstarv, loysnir sum eru nærri sølumarknaðinum og at fáa gagnnýtt granskingarúrslit handilsliga.

Fyrstu útboðini verða kunngjørd 11. desember og fyrstu umsóknarfreistirnar vera í mars 2014.

Stór mál
Danska stjórnin hevur sett stór mál fyri donsku luttøkuni í Horizon 2020. Stjórnin ætlar, at granskarar og fyritøkur skulu fáa játtað 1,5 mia. kr. um árið frá Horizon 2020. Hetta krevur, at umleið 3.500 danir luttaka í granskingar og nýskapanarverkætlanum í tíðarskeiðnum 2014-2020.

Fyri at røkka málinum hava myndugleikarnir styrkt ráðgevingina munandi, millum annað við eini heimasíðu www.eusupport.dk sum verður almannakunngjørd næstum.

Ráðstevna um Horizon 2020
Týsdagin 29. oktober skipar Styrelsen fyri Forskning og Innovation fyri stórari ráðstevnu í København um Horizon 2020 við heitinum "Nutidens udfordringer - fremtidens løsninger". Umleið 1600 fólk eru tilmeldaði ráðstevnuna. Úr Føroyum vera umboð fyri Granskingarráðið, iNOVA og Mentamálaráðið við. Tað fer at bera til at fylgja ráðstevnuni beinleiðis her.

Les EU-INFORMATION 4/2013 her.