Skriva út
Lagt út: 02.07.2013

Horizon 2020 linjurnar lagdar

Samráðingarnar, sum í rúma tíð hava verið millum ES-Kommissiónina, Ráðið og Parlamentið um innihaldið í nýggju Horizon 2020-skipanini, eru nú komnar á mál. Partarnir eru samdir um, at ES skal seta € 70,2 mia. av til granskingar- og menningarskipanina tey næstu 7 árini. Ríkir møguleikar eru fyri granskingarsamstarvi fyri føroyskar fyritøkur, stovnar og einstaklingar í Horizon 2020.

Horizon 2020 er nýggja granskingar- og mennigarskipanin hjá ES, sum 1. januar 2014 avloysir FP7. Horizon 2020 er partur av átakinum Innovation Union, hvørs aðalmál er at økja um altjóða kappingarførið hjá ES.

Partarnir eru eisini komnir ásamt um nýggjar meira einfaldar fíggjartekniskar reglur, ið m.a. hava við sær, at granskingar- og menningararbeiðið í eini Horizon 2020 verkætlan verður stuðlað við 100% av kostnaðinum. Harumframt verður játtanin til overhead tann sama fyri allar stovnar og fyritøkur, nevniliga 25% av beinleiðis útreiðslunum. Í undanfarnu skipanini var hendan játtanin treytað av slagi av stovni og arbeiði.

Horizon 2020 hevur tríggjar høvuðspartar ella sokallaðar súlur. Við samráðingunum, sum komu á mál 25. juni er avgjørt, hvussu stórur partur av samlaða peninginum til Horizon 2020 skal fara til hvørja súlu.

Excellent Science súlan fær væntandi 37% av samlaðu puljuni. Hesin parturin av Horizon 2020 hevur hesar tríggjar partar:
• European Research Council
• Future and Emerging Technology
• Marie Sklodowska-Curie Actions
• Research infrastructure

Industrial Leadership súlan fær vantandi 22,5% av samlaðu puljuni. Hesin parturin av Horizon 2020 fevnir um:
• Nanotechnologies
• ICT
• Advanced materials
• Biotechnology
• Advanced manufacturing and processing
• Space
• Access to Risk Finance
• Innovation in SMEs

Sociental Challenges fær 38% av samlaðu fíggingini. Undir hesi súluni eru hesi økini:
• Health, demographic change and well being
• European Bioeconomy Challenges: Food Security, Sustainable Agriculture and Forestry, Marine and Maritime and Inland Water Research
• Secure, Clean and Efficient Energy
• Smart, Green and Integrated Transport
• Climate Action, Resource Efficiency and Raw materials
• Europe in a changing world – Inclusive, Innovative and Reflective societies
• Secure Societies – Protecting Freedom and security of Europe and its citizens

Føroyar eru við
Føroya Landsstýri hevur tikið avgerð um at Føroyar framhaldandi skulu luttaka í europeiska granskingarsamstarvinum.

Føroyar komu uppí samstarvið, tá sáttmáli varð undirskrivaður millum Føroyar og ES á sumri í 2010, ið gav føroyskum stovnum og fyritøkum atgongd til FP7 granskingarskránna á jøvnum føti við stovnar og fyritøkur í ES limalondum. Í Búskaparfrágreiðingini, sum Fíggjarmálaráðið lat úr hondum í samband við fíggjarkarmarnar fyri 2014, verður sagt frá at: “Avgerð er tikin um framhaldandi at taka lut í ES-granskingarskránni Horizon 2020, sum eisini umfatar innovatión.“

Sera góðir møguleikar eru fyri granskingarsamstarvi í Horizon 2020 fyri føroyskar fyritøkur, stovnar og einstaklingar. Eitt nú kunnu einstakir granskarar royna seg við Marie Sklodowska-Curie skipanini, ið veitir fíggjarligan stuðul til granskarar, so teir kunnu nema sær nýggjar førleikar í einum øðrum landi. Afturat hesum eru aðrar skipanir eisini sera áhugaverdar, so sum skipanir viðvíkjandi umhvørvi, orku, matvøru og biotøkni.

Les meir um Horizon 2020 her

Sí eisini tíðindi um framhaldandi føroyska luttøku í ES granskingarsamstarvinum

Spurningar og viðmerkingar kunnu stílast til John D. Olsen, 567802 ella john@gransking.fo