Skriva út
Lagt út: 11.02.2014

Horizon 2020 – eitt amboð til menning og vøkstur

NCP-umboð hjá Granskingarráðnum kunnaðu í gjár um møguleikarnar hjá fyritøkum í Horizon 2020. Fundurin var í Vinnuhúsinum og luttøkan var góð.

Víst varð á, hvørjar møguleikar fyritøkur hava í nýggju skránni hjá ES, sum veitir stuðul til bæði gransking og nýskapan. Nýggja skráin leggur stóran dent á at stuðla smáum og miðalstórum fyritøkum við nýggjum møguleikum fyri fíggjarligum stuðli, umframt snarvegum til stór faklig netverk og holla ráðgeving.

Horizon 2020 leggur seg eftir at finna uppskot um loysnir á samfelagsligum avbjóðingum, sum Evropa stendur framman fyri. Kunnað varð um nøkur ítøkilig útboð, sum kunnu vera áhugaverd hjá føroyskum fyritøkum, m.a. innan KT, orku, umhvørvi og havøki.

Í døgunum 10. og 11. mars skipar ES fyri stórari ráðstevnu í Brussel um nýskapan. Ráðstevnan er ætlað fólki frá bæði fyritøkum og stovnum. Les um ráðstevnuna her

Til ber at síggja framløguna frá fundinum her 

Stovnar og fyritøkur, sum eru áhugað at kanna møguleikarnar fyri at søkja um stuðul frá Horizon 2020, kunnu venda sær til Mariu Húsgarð, NCP-samskipara við telduposti til maria@gransking.fo ella við at ringja á tel. 567802.