Skriva út
Lagt út: 03.01.2012

Hent ráð og vegleiðing til stuðulsumsóknir

Nú er farið at merkjast, at árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum er í nánd. Vit fáa dagliga fyrispuringar um ymiskt í sambandi við umsóknararbeiðið. Spurningarnir eru m.a. um, hvat stuðul kann søkjast  til, nær til ber at søkja, hvussu nógvur stuðul søkjast kann um og hvør kann søkja. Eisini verður spurt um, hvat umsøkjarin skal leggja við umsóknarblaðnum, hvussu umsóknin skal latast inn og annað.

Vit hava savnað saman nakrar afturvendandi spurningar og svarað teimum á eini síðu, kallað Ofta spurt. Vit mæla umsøkjarum til at kunna seg við hesa síðuna, umframt at lesa sjálva lýsingina, umsóknarblað og vegleiðing væl.  Eru fleiri spurningar ella viðmerkingar, ber til at senda okkum ein teldupost á gransking@gransking.fo ella ringja til +298 567800

Freistin at søkja um stuðul til gransking er 15. februar 2012 kl 12 føroyska tíð.