Skriva út
Lagt út: 18.08.2011

Helena svarar fyrispurningi í Løgtinginum um FP7

Mikudagin 17. august 2011 svaraði Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í granskingarmálum munnligum fyrispurningi frá Anniku Olsen tingkvinnu um FP7.

Fyrispurningurin var soljóðandi:

"1. Hvat er hent, síðan landsstýrið undirskrivaði FP 7?
2. Hvat, metir landsstýriskvinnan, er neyðugt til tess at fáa sum mest burtur úr FP 7?
3. Eru nøkur ítøkilig úrslit at vísa á higartil?

Viðmerkingar
Ì fjør undirskrivaði Føroya landsstýri avtalu um FP 7. Rammuskránna hjá ES, sum ger tað møguligt hjá føroyskari gransking at fáa lut í stóru millióna puljuni hjá ES. Fyri at hetta kundi lata seg gera, var neyðugt hjá Føroyum at gjalda limagjald, sum var 10 mió. kr. um árið í 4 ár. Vit fegnast um, at hetta gjørdist veruleiki, og at Løgtingið samtykti at játta árliga limagjaldið, men tað, sum er áhugavert at vita nú, er, hvat ítøkiligt er komið burturúr, nú vit hava latið eitt árligt limagjald. Tað tekur tíð og orku at slóða fyri sínum granskingarverk¬ætlanum, og tí kundi tað verið áhugavert at vita, um Mentamálaráðið hevur gjørt nakra strategi hesum viðvíkjandi, soleiðis at vit kunnu fáa sum mest burtur úr granskingarpuljuni hjá ES. "

Landsstýriskvinnan greiddi í svarinum m.a. frá, hvussu NCP-fyrisitingin er skipað, síðani avtalan varð gjørd, og staðfesti, at av teimum 10 umsóknunum, sum eru sendar higartil, hava 5 fingið stuðul. Higartil eru játtaðar 5,1 mió kr. frá FP7 til føroyskar umsóknir, síðani avtalan varð gjørd.

Lurta eftir øllum svarinum frá Helenu Dam á Neystabø og eftir kjakinum um spurningin her