Skriva út
Lagt út: 05.06.2014

Heini opponentur á mannarættindaráðstevnu

Hálvan juni skal Heini í Skorini vera opponentur á stórari mannarættindaráðstevnu í Istanbul.

Ráðstevnan verður frá 16. til 18. juni, og heimsumfatandi fakfelagsskapurin fyri gransking í altjóða politikki, International Studies Association, skipar fyri. Fleiri enn hundrað granskarar úr øllum heiminum luttaka, og Heini luttekur sum partur av einum toymi av granskarum úr Evropa og USA, sum varð skipað á Dansk Institut for Menneskerettigheder í Keypmannahavn í fjør summar.

Heini í Skorini, sum er í holt við eina ph.d.-verkætlan á King’s College London, og sum eisini hevur tillknýti til Fróðskaparsetrið, skal luttaka sum opponentur í tí eina panelinum. Hetta panelið fer at snúgva seg um, hvussu átrúnaður og átrúnaðarlig virði ávirka mannarættindapolitikk og altjóða lóggávu í ST.

Ph.d. verkætlanin hjá Heina í Skorini er stuðlað úr Granskingargrunnium. Les um verkætlanina her

Skráin fyri ráðstevnuna sæst her