Skriva út
Lagt út: 05.10.2016

Heini í Skorini við í nýggjari altjóða bókaútgávu

Saman við øðrum granskarum úr Evropa og USA luttekur Heini í nýggjari bók um religión og altjóða politikk, sum forlagið Routledge University Press gevur út.

Seinnu árini hevur nógv fokus verið á terrorismu og militantari religión, men færri granskarar hava kannað, hvørja ávirkan religiónin hevur á altjóða politikk, tá hon ikki kemur til sjóndar við vápnum, hermegi og harðskapi. ST rúmar í dag einum klútateppi av religiøsum aktørum – tað verði seg statir ella altjóða felagsskapir – sum saman ella hvør sær ávirka altjóða politikk, altjóða mannarættindi og virðispolitikk í ST, t.d. í mun til javnstøðu, talufrælsi, seksuellar minnilutar, fosturtøku og trúarfrælsi.

Seinasta árið hava granskarar úr Evropa og USA sett sær fyri at kanna hetta evnið, og úrslitið er nýggja bókin ”Religion, the State and the United Nations,” sum júst er komin út á akademiska forlagnum Routledge University Press. Tað er Oslo Universitet, sum saman við forlagnum hevur samskipað útgávuna. Við støði í síni ph.d.-ritgerð hevur Heini í Skorini skrivað eitt kapittul saman við Marie Juul Petersen, sum er granskari á Dansk Institut for Menneskerettigheder. Teirra partur snýr seg um, hvussu muslimsku londini í ST ávirka altjóða talufrælsi í mun til religión. Umframt hetta snýr bókin seg eisini um katólsku kirkjuna, jødiskar felagsskapir, russisku ortodoksu kirkjuna og aðrar felagsskapir, sum hava ein virknan leiklut í altjóða virðispolitiskum spurningum. Sí meira um bókina her.

Les um verkætlanina hjá Heina i Skorini í Stuðulsyvirlitinum