Skriva út
Lagt út: 07.07.2023

Heini Bergsson Debes vart ph.d. á DTU

Fríggjadagin 30. juni 2023 vardi Heini Bergsson Debes ph.d.-ritgerð sína innan KT-trygd á Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Ritgerð hansara fevnir um 5 vísindaligar greinar, sum hann hevur fingið góðtiknar á altjóða trygdarráðstevnum og givið út.

Heitið á ritgerðini var: “Convincing Without Revealing: Strategies for Facilitating Remote Attestation under Weakened Trust Assumptions using Privacy-Enhancing Technologies.”

Høvuðsvegleiðarin hjá honum var Christian Damsgaard Jensen, lektari á DTU Compute, og hjálvegleiðarin var Thanassis Giannetsos, sum er deildarleiðari innan nettrygd á fyritøkuni UBITECH í Grikkalandi.

Andmælingarnir vóru:

Sebastian Mödersheim, lektari á DTU Compute.
Ahmad-Reza Sadeghi, professari á Technical University of Darmstadt, Týskland.
Liqun Chen, professari á University of Surrey, Ongland.

Formaður fyri verjuna var Emmanouil Vasilomanolakis, lektari á DTU Compute.

Ph.d.-ritgerðin hjá Heina var einmælt góðtikin. Eftir verjuna gav Sebastian Mödersheim vegna andmælingarnar Heina tey skotmál, at ritgerð hansara var sera væl úr hondum greidd, at framløga hansara hevði verið sera góð, og at hann hevði svarað væl teimum spurningum, sum vóru settir honum.

Til ber at lesa ritgerðina hjá Heina her

Myndin er tikin beint eftir verjuna.