Skriva út
Lagt út: 06.06.2013

Heim til Føroya at granska?

Hevur tú hug at koma heim til Føroya at granska? Ella hevur tú hug at vinna tær nýggjar førleikar úti í heimi? Uttan mun til, hvar tú ert í tíni yrkisleið sum granskari, og uttan mun til, hvar í heiminum tú ert, so eru ríkir møguleikar fyri førleika- og yrkismenning í Marie Curie skipanini.

Býrt tú í einum europeiskum landi, so er møguleiki at flyta til Føroya at granska. Eisini er møguleiki at koma til Føroya úr Danmark. Møguleiki er eisini at koma til Føroya og Europa, um tú býrt í einum landi uttanfyri ES.

Treytin fyri at søkja er, at tú hevur lokað ph.d. prógv ella hevur minst fýra ára fulltíðar starvsroyndir innan gransking, og at tú ikki hevur verið í landinum, sum tú vilt flyta til, í meira enn 12 mðr. av teimum seinastu 36 mðr, tá søkt verður.

Alt eftir hvar tú ert og hvar tú ætlar at fara, skalt tú velja eina av teimum trimum stuðulsskipanum, sum ES bjóðar.

Umsóknarfreistin er 14. august kl. 17:00 (lokal tíð í Brússel).

Stutt um møguleikarnar:
Intra European Fellowship (IEF): Stuðul til at flyta millum lond í Europa.
Longd: 12-24 mðr.
Lyklaorð: Nýggir og/ella framhaldandi førleikar (new and complementary skills), altjóða flytføri, skrá fyri persónliga yrkismenning.

International Incoming Fellowship (IIF): Stuðul til at flyta til Europa úr einum triðjalandi (t.d. USA, Australia, New Zealandi). Sannlíkindini fyri at fáa stuðul eru størri, jú drúgvari royndir umsøkjarin hevur.
Longd: 12-24 mðr.
Lyklaorð: Vitanarflutningur (transfer of knowledge), altjóða samstarv, yrkismenning.

International Outgoing Fellowship (IOF):
Stuðul til at flyta til eitt triðjaland (t.d.USA, Australia, New Zealand) úr Europa. Sannlíkindini fyri at fáa stuðul eru størri, jú drúgvari royndir umsøkjarin hevur.
Longd: 12-24 mðr. úti í heimi og 12 mðr. heima aftur í Europa.
Lyklaorð: Yrkismenning, royndir við samstarvi millum stovnar, royndir við tvørfaklingum samstarvi.

Vitja Marie Curie heimasíðuna

Vit í Granskingarráðnum ráðgeva fegin um møguleikar og í sambandi við sjálvar umsóknirnar ella vísa til onnur við enn betri innliti, um tørvur er á tí.

Spurningar kunnu stílast til John D. Olsen á 567802 ella john@gransking.fo