Skriva út
Lagt út: 29.04.2023

Heilsustøðan hjá føroyingum omanfyri 80 ár kannað og lýst

Fólk 80 ár og eldri er tann samfelagsbólkur, sum fer at økjast mest í framtíðini. Higartil hevur lítil vitan verið um heilsustøðuna hjá eldri føroyingum, sum náa høgan aldur.

Ein nýggj vísindalig grein, sum lýsir kropsligu og kognitivu heilsustøðuna hjá føroyingum um 80 ára aldur, er júst útgivin í altjóða tíðarritinum Gerontology and Geriatric Medicine. Greinin kallast “10-year follow-up of the original Faroese Septuagenarian cohort: focus on frailty and association with all-cause mortality” og lýsir heilsustøðuna við atliti til skroypiligheit (frailty) og deyðiligleika (mortality).

Við mátistiganum “Frailty Index” eyðmerkti kanningin fimta hvønn luttakara (21%) at hava góða heilsu (minst skroypilig/ur), 67% høvdu sámiliga heilsu, og 12% av luttakarunum høvdu verri heilsu. Luttakarar við verri heilsu búðu í størri mun á røktarheimi.

Kanningin vísti, at heilsustøðan hjá eldri føroyingum líkist tí, vit síggja í øðrum londum: menn líða oftari av lívshættisligum sjúkum, so sum hjarta- æðrasjúku/blóðtøpp í hjarta og krabbameini, meðan kvinnur oftari verða raktar av beinbroyskni, gikt og vánaligari sálarheilsu, og við árunum fáa  fleiri heilsubrek at dragast við samanborið við menn.
Meginparturin av luttakarunum lógu innanfyri normalumráðið í  kognitivum førleika, mátað við Mini-Mental State Examination (MMSE), og eingin munur sást millum kynini. Tó vísti kanningin, at kvinnurnar kláraðu seg betri innan minnið og fínmotorik, meðan menn vóru betri til kognitivar testir innan fatan av rúm og rætningi og fimleika.

Greinin kannar eisini deyðiligleika. Í tíðarskeiðinum frá tí luttakararnir luttóku í heilsukanning, sum 80-84 ára gomul og á leið trý ár seinni, vóru 11% deyð. Av hesum vóru 8% menn og 3% kvinnur. Kanningin vísti, at menn vóru í fýra ferðir hægri vanda fyri at doyggja samanborið við kvinnur (uttan mun til skroypiligheit, hjúnastøðu, útbúgving og bústøðu), og fólk, sum vóru mest skroypilig, høvdu seks ferðir størri vanda at doyggja enn javnaldrar, ið vóru minst skroypilig.

Tilsamans 347 føroyingar í aldrinum 80-84 ár luttóku í kanningini, og svarar hetta til umleið 28% av føroyingum í hesum aldursbólkinum. Kanningin er ein 10-ára endurkanning av luttakararunum í 70 ára kohortuni, sum fyrstu ferð sum 70-74 ára gomul luttóku í umfatandi heilsukanning á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har endurkanningin eisini fór fram.

Rithøvundar til greinina eru Eina H. Eliasen, Pál Weihe, Fróði Debes, Marjun Tróndarson og Maria Skaalum Petersen. Greinin er partur av Ph.d. verkætlan hjá Einu H. Eliasen á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetri Føroya.

Arbeiðið er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum, Granskingarráðnum, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Betri Stuðul.

Greinin kann lesast her