Skriva út
Lagt út: 06.01.2015

Heilsuhagtøl í norðurlondum

NOMESKO (Nordisk Medicinalstatistisk Komité) hevur givið út Helsestatistik for de nordiske lande 2014, ið inniheldur eina røð av heilsuhagtølum fyri norðurlond, íroknað Føroyar, Grønland og Áland.

NOMESKO hevur síðan 1966 virkað fyri at menna og almannakunngera norðurlendsk heilsuhagtøl og gevur tí út á hvørjum ári eina hagtalsfrágreiðing. Í frágreiðingini eru heilsuhagtøl um í gongdina hjá íbúgvunum, um sjúkur, sjúkrahúsviðgerð og deyðsorsøkir. Í hesari frágreiðing ber at samanbera føroysk heilsuhagtøl við tey hjá øðrum londum.

Eisini verður greitt frá um skipanir og tilfeingi í heilsuøkjunum í norðurlondum.

Bóklingurin er býttur í kapitlar, har m.a. verður greitt frá, hvussu heilsuverkini í einstøku norðurlondunum eru skipað og verða fíggjað.

Kapitlarnir í frágreiðingini eru:

•        I: Organiseringen af sundhedsvæsenet
•        II: Befolkning og fertilitet
•        III: Sygelighed, sygdomsbehandling, ulykker og medicin
•        IV: Dødelighed og dødsårsager
•        V: Ressourcer

Føroyar eru rímiliga væl umboðaðar við hagtølum í frágreiðingini, men okkum vantar tó serliga hagtøl viðv. innlegging, seingjardøgum, sjúkrahúsviðgerðum o.ø. Hetta er sami trupulleiki sum undanfarin ár.

Henda frágreiðingin (og aðrar innan norðurlendska heilsu- og almannaøkið) kunnu eisini heintast her