Skriva út
Lagt út: 01.04.2015

Havstovan stuðul frá Horizon2020 til AtlantOS

Havstovan boðar frá, at AtlantOS verkætlanin nú hevur fingið endaliga váttan um, at verkætlanin fær fígging úr granskingargrunninum Horizon2020 hjá EU.

AtlantOS er ein stór verkætlan, sum hevur til endamáls at sameina allar hugsandi mátingar í Atlantshavi.

Havstovan er við í tveimum arbeiðsbólkum (Work Packages): annar arbeiðsbólkurin arbeiðir við uppsjóvartúrunum, sum Magnus Heinason ger í samstarvi við fleiri lond. Hin arbeiðsbólkurin arbeiðir við mátingum av stóru havstreymunum í Atlanshavi, har Havstovan samskipar mátingarnar á Grønland-Skotland rygginum.

AtlantOS verkætlanin byrjar tann 1. apríl og hevur fígging í 4 ár. Fíggingin umfatar samstarvið millum mongu partnararnar og samansjóðingina av mátingunum hjá luttakandi londunum. Haraftrat er peningur í ávísan mun eisini til menning av nýggjum mátingum, men ikki til framhald av verandi mátingum.

Stuðulin til arbeiðið hjá Havstovuni er uml. 1,1 mió kr.

Til ber at lesa meiri um AtlantOS á www.atlantos-h2020.eu

Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020, sum er Evropiska granskingarsamstarvið. Les meira um samstarvið her