Skriva út
Lagt út: 13.04.2018

Havstovan fingið stuðul til streymmátingar eitt ár afturat

Havstovan søkti í vetur um fígging frá Dancea grunninum hjá Energistyrelsen í Danmark til at halda fram við týdningarmiklu mátingunum av Føroyastreyminum og rákinum í Bankarennuni. Energistyrelsen hevur nú játtað 800.000 kr til hesar mátingar. 

Í verkætlanini verða streymmátarar lagdir út nú í summar og tiknir uppaftur á sumri 2019. Harafturat verða tvær rammur við hitamátarum settar á botn, og við teimum fer at bera til at máta hitan niðri við botn í upp til fýra ár. Í sambandi við, at Energistyrelsen hevur játtað fígging til fleiri verkætlanir, er tíðindaskriv sent út, og heimasíðan hjá Danmarks Radio hevur m.a. skrivað um verkætlanina FARMON II hjá Havstovuni – tað skrivið kann lesast her.  

FARMON II-verkætlanin er framhald av FARMON-verkætlanini, sum eisini er fíggjað av Dancea. Tann verkætlanin byrjaði 1. apríl 2017 og endar 31. mars 2019. Meiri er at lesa um FARMON her.

Havstovan er partur í fleiri altjóða verkætlanum og fær fíggjarligan stuðul bæði frá føroyskum, donskum og europeiskum skipanum. 

Sí yvirlit yvir verkætlanir her