Skriva út
Lagt út: 21.09.2017

Harðir vetrar stimbra sjófugl

Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini - eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Frontiers in Marine Science, verður víst á, at vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til betraðu lívskorini hjá sjófugli.

Greinahøvundarnir eru Hjálmar Hátún, Bergur Olsen og Selma Pacariz, sum arbeiða á Havstovuni. Greinin kann lesast her

Nýggj tøkni (Geolocators) ger tað møguligt at fylgja ferðingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg av sjófugli frá bjørgum kring alt Norðuratlantshavið sita á opnum havi sunnan fyri Grønland stóran part av vetrinum. Havumhvørvið um veturin á hesum opnu leiðum – eisini nevnt subpolari meldurin – kann avgera, hvussu tað hilnast hjá t.d. føroysku rituni at fáa pisur summarið eftir. Subpolari meldurin kann broytast nógv frá ári til annað, og møguligt er at spáa um eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey ár frammanundan.

Í grein skrivað í fjør spáddi Havstovan, at kaldi og vindharði veturin 2014-2015 fór at føra til betri taðing av sjónum, meira gróður, størri nøgd av reyðæti og tískil helst meira føði til bæði sjófugl og fisk. Áhugavert er, at hetta nú tykist at gerast veruleiki.

Kelda: hav.fo
Mynd: (c) Janus Hansen/FaroeNature