Skriva út
Lagt út: 14.05.2013

Hans Ellefsen vart ph.d. á Syddansk Universitet

Í dag vardi Hans Ellefsen ph.d. ritgerð sína við Syddansk Universitet í Esbjerg. Ritgerðin hevur heitið: "Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic".

Hans Ellefsen hevur verið innskrivaður við Syddansk Universitet seinastu trý árini, men gransking hansara er eisini í stóran mun farin fram við UCSD, University of Southern California.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Lone Kronbak lektari á Syddansk Universitet og Røgnvaldur Hannesson professari á Norges Handelshøjskole hevur verið hjálparvegleiðari.

Tað var Gunnar Lind Svendsen, professari við Syddansk Universitet, sum leiddi verjuna. Hann gav Hans Ellefsen orðið, sum síðani legði fram um gransking sína. Hann greiddi frá ferðamynstrinum hjá pelagisku fiskasløgunum í Norðuratlantshavi, og vísti, hvussu kompleks myndin viðviðvíkjandi samstarvi millum londini er.

Í granskingini hevur Hans brúkt spælteori fyri at greina atburðin hjá ymisku londunum í fiskiveiðuavtalunum. Spælteori er ein týðandi partur av búskaparfrøðini, sum verður nógv nýtt, tá stórar avtalur skulu gerast. Ein av stóru spurningunum, sum Hans spurdi í síni gransking var: Hvussu kunnu meiri stabilar avtalur gerast?

- Tvær av orsøkunum til vælvirkandi avtalur er, at lond mugu hava “eina gularót” fyri at vilja samstarvið. Eisini mugu lond revsast, um tey ikki fylgja avtaluni, segði Hans Ellefsen millum annað undir verjuni.

Granskingin vísir til dømis, at tað kann loysa seg hjá einum lítlum spælara, sum Føroyar, at bróta út úr eini samstarvsavtalu, tí Føroyar fáa meiri við at vera uttanfyri. Fyri ein stóran spælara sum ES ber ikki til at bróta úr eini avtalu, tí tey fáa minni burtur úr einsamøll. Samstundis mugu tey eisini geva mest í einum samstarvi.

Granskingin vísir, at tað í millumlanda avtalum við fiskastovnum loysir seg at gera avtalur, har fleiri fiskasløg eru partur av avtaluni. So sum at gera eina avtalu fyri allan pelagiskan fisk.

Eftir ein stuttan steðg tók Pedro Pintassilgo, lektari á Universidade do Algarve, orðið. Og eftir hann tók næsti opponentur, Theodore Groves, professari á University of California, San Diego, orðið. Báðir mettu, at ritgerðin hjá Hans Ellefsen var nýskapandi og hevði stóran vísindaligan áhuga. Kortini høvdu teir fleiri viðmerkingar til ymisku greinarnar í ritgerðini, og teir bóðu um meiri kunning um smálutir í ritgerðini. Eisini settu teir spurnartekin við ávís heitir í ritgerðini og góðu góð ráð til víðari gransking í evninum. Hans megnaði tó at svara spurningum teirra og tók væl ímóti góðu ráðunum.

Seinasti opponenturin og forkvinnan í metingarnevndini, Brooks Kaiser, professari við Syddansk Universitet, spurdi at enda nakrar spurningar.

Eftir stuttan fund gav ein samd nevnd Hans Ellefsen ph.d.heitið í búskapi.

Myndin er frá móttøkuni eftir verjuna, vinstrumegin Hans Ellefsen og høgrumegin Lone Kronbak.

Verkætlanin er partvís stuðlað úr Granskingargrunnium. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Les um Hans Ellefsen í Heilagrunninum