Skriva út
Lagt út: 18.03.2014

Handbók til útlendskar granskarar

Granskingarráðið hevur givið út eina handbók til útlendskar granskarar, ið hava áhuga fyri at koma til Føroya at arbeiða. Handbókin er ein partur av EURAXESS-verkætlanini, sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá granskarum at flyta til og úr Føroyum.

Í handbókini eru upplýsingar um innferðarloyvi, arbeiðstreytir, skattaviðurskifti, heilsutrygd og annað, ið granskarar hava brúk fyri at kunna seg um, tá teir skulu búgva og virka í einum nýggjum landi.

Eisini eru upplýsingar um føroyska granskingarumhvørvið og almennir upplýsingar um føroysk viðurskifti.

Handbókin er ætlað granskarum, men  aðrir útlendingar, ið flyta til Føroya, kunnu eisini hava nyttu av henni.

Handbókin, ið telur 65 síður, er á enskum.  Hon kann eisini takast niður sum pdf-fílur á euraxess.fo.

Dagmar Joensen-Næs, EURAXESS-samskipari, hevur skrivað tekstin í bókin, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevur skrivað inngangin. Føroyaprent hevur prentað bókina.