Skriva út
Lagt út: 11.05.2016

Handbók til tannáringin um kropp, kenslur og kynslív

Føroya Lærarafelag hevur givið út bókina Kroppur, kenslur og kynslív, sum er handbók til tannáringin við upplýsingum um alt tað, sum hendir í hesum týdningarmikla tíðarskeiðinum í lívinum.

Tú kanst lesa um kroppin og allar broytingarnar, sum henda, tá ið tú verður kynsbúgvin og fáa svara spurningum um sjálvsvirði, rættindi hjá børnum og ungum, um tað er vanligt, at pissilingar eru skeivir, hví er okkurt gentuligt ella dreingjaligt, hvussu ofta tað er í lagi at fleyga sær og mangt, mangt annað.

Tann fyrsta av sínum slag
Eingin slík bók hevur verið á føroyskum. Nathalie Simonsson, ið er ráðgevi í kynslívi, hevur skrivað bókina og Anna Dalsgaard, lærari, hevur týtt úr svenskum. Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur í Skúlanum á Fløtum í Havn, hevur ráðgivið í tilgongdini at týða og lagað bókina til føroyskt. Eisini hava onnur fakfólk ráðgivið og harumframt hava 4 ungfólk, tvær gentur og tveir dreingir, í aldrinum 15-18 ár lisið og viðmerkt. Tað er Føroya Lærarafelag, sum gevur út.

Frá 6. flokki og upp
Kroppur, kenslur og kynslív er væl egnað til teirra, ið eru á veg inn í kynsbúningarárini; tað vil siga gentuna og dreingin í 6. flokki og eldri. Sambært fólkaskúlalógini er heilsukunnleiki og seksualupplýsing eitt av kravdu undirvísingarevnunum, sum lærarar skulu undirvísa í.

Tey ungu siga
”Endiliga ein bók sum hendan á føroyskum,” genta, 16 ár
“Eitt frálíkt íkast til normaliseringina av ymisleikanum!” drongur, 18 ár
”Eg veit meiri um meg sjálvan nú,” drongur, 17 ár
”Bókin er sera viðkomandi til ung í øllum aldrum,” genta, 15 ár

Fer at menna heilsuøkið

Føroya Lærarafelag hevur fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, frá Høvuðsøki 1,til arbeiðið við at umseta og tillaga tilfarið fakliga og málsliga til føroyskt.

Mett varð, at hendan útgávan verður eitt  týdningamikið amboð til kunning av ungum um kynslutir, kynssjúkur og fyribyrging, men eisini um vinalag, einsemi, bólkatrýst, happing, sjálvsvirði, sjálvskenslu og mangt annað, sum hevur týdning fyri stór børn og ung.

Stuðulin var kr. 50.000.

Les meira um bókina her

Sí permuna her