Skriva út
Lagt út: 20.03.2014

Hagtøl um kvinnur og gransking

Einans 30 % av granskarunum í heiminum eru kvinnur, hóast fleiri og fleiri kvinnur nema sær útbúgving við hægri lærustovnar.

UNESCO Institute for Statistics vísir nú á nýtt samvirkið amboð, sum gevur møguleika at nærlesa hagtøl viðvíkjandi býtinum millum kynini, tá tað snýr seg um gransking. Hóast UNESCO eingi hagtøl hevur um Føroyar, so er høvi at síggja, hvussu kynsbýtið er í heimspørtunum ella t.d. í norðurlondunum.

Sí hagtøl her

Kelda: unesco.org