Skriva út
Lagt út: 06.09.2012

Grein um vøkstur hjá havtasku

Í summar kom grein hjá Lise H. Ofstad og øðrum í tíðarritið Fisheries Research. Greinin um havtasku kallast: Age and growth of anglerfish (Lophiuspiscatorius) in Faroesewaters. Lise H. Ofstad, sum er ph.d.lesandi og starvast á Havstovuni, er fyrsti rithøvundur. Hinir høvundarnir eru C. Angus, T. Pedersen, og P. Steingrund. Greinin kann lesast her

Í greinini verður m.a. víst á, at havtaska veksur uml. 18 cm fyrsta árið. Síðani veksur hon í miðal 5 til 10 cm um árið, alt eftir hvussu stór hon er, tí lítil havtaska veksur skjótari enn stór havtaska.

Tá havtaskurnar eru 5 ára gamlar, byrja honirnar og hannarnir at vaksa ymiskt. Tá eru tær um 60-65 cm langar og viga 2-4 kg kruvdar. Honirnar gerast størri og liva longur enn hannarnir. Nærum allar havtaskur, størri enn 80 cm, eru honir.

Á myndini sæst tvørskurður av “tráðuni” hjá eini 70 cm langari havtasku. Aldursringarnir eru merktir við hvítum prikkum. Hvíta linjan undir myndini er 0,5 mm long. Myndin er tikin í sjóneyku, sum er økt 40 ferðir.

Les um ph.d.verkætlanina hjá Lise H. Ofstad, sum partvís er fíggjað úr Granskingargrunninum, í Stuðulsyvirlitinum

Les um Lise H. Ofstad í Heilagrunninum