Skriva út
Lagt út: 18.12.2013

Grein um sambandið millum órinskervið og brunasjúkur

Grein hjá Amandu Gratton Vang kom í heyst út í tíðarritinum Biochemical Journal. Í greinini spyr hon, hvussu órinskervið sløkkir ovurvirknar kyknur, áðrenn tær gera skaða á kroppin. Amanda er ph.d. í Biomedical Science frá Connecticut Health Center, og hevur seinasta góða árið búð í Føroyum.

Greinin kallast ”Regulatory T-cells and cAMP suppress effector T-cells independently of PKA–CREM/ICER: a potential role for Epac”. Rithøvundarnir eru: Amanda G. Vang, William Housley, Hongli Dong, Chaitali Basole, Shlomo Z. Ben-Sasson, Barbara E. Kream, Paul M. Epstein, Robert B.Clark og Stefan Brocke

Tá fólk hava brunasjúkur, leysgeva órinskyknur, sum hava til uppgávu at kenna aftur og niðurberja infektiónir, ov nógv verjuevni, hetta er partur av mótstøðuførisskipnanini. Sjúkur sum eitt nú multipel sklerosa, tarmbrunasjúkur, liðagikt og diabetis 1 eru dømi har slík prosess gongur fyri seg.

Tá fólk eru frísk kunnu órinskyknur kallaðar Regulatory T cells hjálpa at kontrollera, hvat aðrar órinskyknur leysgeva, so at tær loysa sína uppgávu at niðurberja bruna, men ikki skaða kroppin.

Til royndirnar í sambandi við hesa greinina vóru mýs nýttar. Ein ílega í DNA í kontrolrásini varð slettað úr DNAnum. Endamálið við hesum royndunum var at kanna, um rásirnar enn virkaðu og kontrolleraðu órinskyknunum. Hóast ílegan varð strikað, kundu stýringskyknurnar framhaldandi útinna sína uppgávu og órinskyknurnar kundu enn verða stýrdar.

Fyri at finna fram til, hvør kontrolrás virkaði í teimum ílegutillagaðu mýsnum, varð heilivágur sum varð gjørdur til eina aðra kyknukontrolrás sett til órinskyknurnar í eini skál. Granskararnir funnu fram til, at nýggja kontrolrásin virkaði at kontrollera órinskyknur og avdúkaðu við hesum eitt nýtt mál fyri heilivág í sambandi við brunasjúkur.

Les samandrátt av greinin her

Les um Amandu Gratton Vang í Heilagrunninum