Skriva út
Lagt út: 15.05.2018

Grein um nyttu av antibiotika viðgerð og koppseting

Tann fjórða greinin í samband við antibiotika gransking í føroyska samfelagnum hjá Maritu Debess Magnussen er júst blivin góðkend til útgávu.

Í hesi greinini verður lýst, hvussu antibiotika riggar, tá ið fólk fáa ígerð orsaka av pneumokokkum, her ímillum miðoyrnabruna. Hon lýsir eisini, hvussu pneumokokk koppsetingin hevur ávirkað sjúkugongdina millum føroyingar, síðan hon bleiv innførd í 2008.

Marita hevur frammanundan útgivið tríggjar greinar, sum lýsa antibiotika nýtslu og antibiotika mótstøðuføri í føroyska samfelagnum, samanborið við okkara grannalond.

Útfrá hesari gransking eru eisini onnur áhugaverd ting komin burturúr. Marita hevur sent bakteriu isolater til USA, har teir eru brúktir til víðari gransking innan flesh eating bacteria.

Næsta stig á leiðini hjá Maritu at verja ph.d.-ritgerð sína. Hetta verður í september. Hon hevur verið innskrivað til lestur á Háskúla Íslands.

Greinin kallast “Streptococcus pneumoniae - antimicrobial resistance and serotypes in carriage in children  and in invasive disease”. Hon verður útgivin í tíðarritinum Microbial Drug Resistance í næstum.

Arbeiðið hjá Maritu Debess Magnussen er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum 

Leinki til greinina her (krevur hald)