Skriva út
Lagt út: 04.08.2016

Grein um lýs á fugli og súgdjórum í Føroyum

Jens-Kjeld Jensen og Ricardo L. Palma, lívfrøðingur frá Ný Sælandi, hava skrivað grein um lýs, sum eru savnaðar í Føroyum í einum 10 ára skeiði, frá 2006 to 2015. Hetta er framhald av arbeiði, sum teir áður hava gjørt og skrivað grein um.

Lýs vóru savnaðar og eyðmerktar frá 40 fuglasløgum og 4 súgdjórasløgum í Føroyum. Úrslitið var 34 nýggjar skrásetingar av sløgum og undirsløgum, 4 ættarsløg og 20 nýggj vert-lús sambond í Føroyum. Hesi úrslit verða øll lýst í greinini. Saman við áður almannakunngjørdum skrásetingum er samlaða talið av kendum lúsum í Føroyum nú 251 sløg og undirsløg (239 frá fuglum og 12 frá súgdjórum) íroknað 13 skrásetingar sum bert eru eyðmerktar á ættarstigi.

Greinin kallast “Additional records of lice (Insecta, Phthiraptera) from the Faroe Islands” og er prentað í Norwegian Journal of Entomology. Hon kann lesast her

Les um Jens-Kjeld Jensen í Heilagrunninum
 
Myndin er frá heiðursdoktarafyrilestrinum, sum Jens-Kjeld Jensen helt á Fróðskaparsetrinum 29. apríl 2016. Her greiddi hann millum annað frá, hvussu hann vaskar rottur fyri at finna lýs og loppur.
(c) gransking.fo